Hálvttriðjahundrað konfirmantar á legu í Nesvík
Seinasta vikuskiftið vóru frálíku karmarnir í Leguhúsinum í Nesvík av álvara trýstroyndir. 13 av prestunum í Fólkakirkjuni hava nevniliga sett konfirmantum sínum stevnu í Sundalagnum, nú konfirmatión teirra nærkast. Úr suðri í norð og úr eysturi í vestur, hittust tey undir yvirskriftini “Tey hittu Jesus!.”
Evnið hevur sítt útgangsstøði í Markusarevangelliinum og teimum hendingum, tá ið menniskju vórðu møtt og frelst av Jesusi. Kvinnan við blóðsótt, Levi við tollbúðina, hin lamni, sum varð borin av fýra og blindi Bartimeus við Jeriko hava verið á skránni. Tað eru prestarnir sum undirvísa. Eisini koma ung, sum eru virkin í Kirkjuligu Heimamissiónini, og hava ungdómsmøti saman við konfirmantunum.
Endamálið við slíkum legum er, at tey ungu fáa hugnaligar og signaðar løtur við hvør øðrum og Jesusi. Ja, at tey eins og bíblisku persónarnir hitta Jesus, sum broytir lív.
Konfirmantavikuskiftið í ár er skipað í tveimum, frá fríggjamorgni til leygarmorgun og frá á miðdegi leygardag til sunnudag seinnapart. Hetta krevur ikki so lítið av samskipan, skilt, men soleiðis er gjørt til tess at tryggja, at øll fáa góðar dagar.
Prestarnir lata heilsa foreldrum og hjálparfólki, tí uttantey mongu, sum fegin taka eitt sjálvboðið tørn í køki ella kamari, bar einki til.
Kelda: folkakirkjan.fo

Ásbjørn Jacobsen
