Handakraft ella himmalkraft

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Søgan hjá Kirkjuligu Heimamissiónini vitnar fyri okkum, at í fleiri bygdum byrjaði arbeiðið í og við, at trúgvandi fólk funnu saman og lósu í Bíbliuni og bóðu. Tað sá ikki út av nógvum, og fleiri hildu lítið um hesi fólkini og tað, tey gjørdu, men Gud gleddist og signaði arbeiðið.
Himmalkraft var yvir teimum og arbeiðinum. Gud signaði við veking.

Tað byrjaði altso við bíbliu og bøn ella bøn og bíbliu.

Nú, umleið 100 ár seinni, eru tað fleiri bygdir, sum hava missiónsarbeiði av ymiskum slagi, men tíverri ongan bíbliutíma og einki bønarmøti. Hví er tað vorðið  so? Eru Guds fólk gjøgnum árini vorðin so røsk, hugsandi, “sjálvbjargin”,.. í trúarlívinum og missiónsarbeiðinum, at bíbliulestur og bønarmøtir ikki eru neyðug longur? Arbeiðið, sum fyrr varð borið av himmalkraft og himmalsigning, verður tað nú gjørt og borið av handakraft og mannasigning?

Eru vit við at gloyma gomlu bíbliuorðini: “Harrin vil berjast fyri tykkum, men tit skulu halda tykkum kvirrar”, “Harrans signing, tað er hon, ið ríkar, og egin møði leggur einki aftrat”. Og Jesu orð: “Uttan meg kunnu tit als einki gera”. Kanska er hetta at seta tingini ov einfalt og spískt upp.

Og tó, ein brennandi spurningur er, hví bíbliutímarnir og bønarmøtini detta niðurfyri eisini har, fólk stríðast við til dømis at hava sunnukvøldsmøtir? Er tað strævnari at savnast fyri at lesa í Bíbliuni og biðja saman enn at skipa fyri einum sunnukvøldsmøti? Ella har fá koma á sunnukvøldsmøti og trupult er at fáa talarar, kunnu tey so ikki okkurt kvøldið “bara” lesa upp úr Bíbliuni og biðja saman? Hví er tað so trupult at fáa Guds fólk saman um bíbliu og bøn – tá flestu teirra vita, at tað er tað mest neyðuga og mest gevandi?

Jú, svarini eru ymisk. Og tó, so má tað standa hvørjum trúgvandi greitt, at tíð til bøn og bíbliulestur, heima við hús ella í missiónshúsi, er ikki nakað tey fáa, men mugu taka sær.
Djevulin veit, hvussu umráðandi bøn og bíbliulestur er, og tí roynir hann at forða Guds fólki  í hesum, og tað á ymiskan hátt. Holdið og heimurin stríða eisini ímóti. Áminning Paulusar er góð og neyðug: “Lat ikki hitt illa vinna á tær; men vinn tú á illum við góðum”.

Nú missiónsarbeiðið gongur tungt og er um at steðga í fleiri bygdum, er uppá tíðina, at vit finna gomlu uppskriftina fram aftur. Uppskriftin við himmalkraft og himmalsigning. Hon hevur staðið sína roynd og kann nýtast enn. Henni nýtist hvørki stór ella fín missiónshús, kirkjur ella fjøld av menniskjum. Jesus segði: “Tí at hvar sum tveir ella tríggir eru komnir saman í mínum navni, har eri eg mitt millum teirra”.

Gud hevur ikki latið missiónsarbeiðið upp í hendurnar á tænarum sínum og sagt, at nú mugu tit klára tykkum sjálv. At nýta hugflogið, hugsa nýtt og øðrvísi, er ein dygd – eisini í missiónsarbeiðinum. Kortini mugu vit minnast til, at eingin megnar at byggja Guds ríki í egnari megi, óansæð hvussu stór og sterk trúgvin er, hvussu karismatiskur, náðigávufyltur, nýhugsandi ein er. Loyndardómurin er at arbeiða eftir forskriftunum í Bíbliuni. Tá signar Gud.

Himmalkraft var yvir teimum fyrstu kristnu. Úrslitið var veking. Vónandi nýta missiónsfólk um landið støðugt somu kraftkeldur sum tey. Annars gerst arbeiðið strævið og kemur at steðga upp fyrr ella seinni.
“Og tey hildu fast saman um læru ápostlanna og samfelagið og breyðbrótingina og bønirnar”.