Hann rak fyri vág og vind í 95 dagar. So kom Jesus…

Hetta er ein frásøgn um Maximo “Gatón” Napa, ein peruanskur fiskimaður, sum sigur, at Jesus bjargaði honum, eftir at hann hevði rikið fyri vág og vind á havinum í 95 dagar.

Motorurin steðgaði, og nú rak báturin við vindi og streymi í Kyrrahavinum. Hann sigur, at Jesus Kristus vísti seg fyri honum í teimum myrkastu løtunum og gav honum styrki at yvirliva.

Maximo fór til fiskiskap úr Marcona, Peru, tann 7. desembur 2024. Motorurin steðgaði, og støðan gjørdist ógvuliga álvarsom – ja, lívshættislig.

Við avmarkaðum mati og vatni mátti Maximo drekka regnvatn og eta bæði kakkulakkar og fuglar, sum lendu á bátinum, og enntá eina skjaldbøku, fyri at yvirliva. Hann sigur, at tað var trúgvin á Jesus, sum helt honum uppi.

– Eg hevði einki. Maturin var uppi og vatnið eisini. Tá byrjaði eg at eta kakkulakkar. Eg vaknaði við bøn og sovnaði við bøn. Í næstan tveir mánaðir helt eg ikki, at eg kendi nærveru hansara. Tí hugsaði eg: ‘Ert tú farin frá mær, Gud? Hví?’ Og eg græt, sum tú kanska kanst ímynda tær. Ja, eg græt nógv, tí eg visti, hvussu álvarsom støðan var.

LES EISINI  Kaffiprátið: Torgeir Petersen

Í neyðini lovaði Maximo at venda aftur til Gud, um hann bjargaði honum. – Eg havi brúkt rúsdrekka og rúsevni. Og av tí at eg brúkti hesi rúsevni, varð eg ofta fjarur og burtur frá familjuni. Tað er orsøkin til, at eg búði einsamallur og fór til fiskiskap einsamallur.

Bjargaður á ein undurfullan hátt

95 dagar seinni hendi eitt undur. Tá kom ein tyrla og bjargaði Maximo á ein undurfullan hátt. Maximo sigur, at hann sá Jesus í tyrluni sitandi við liðina av tyrluskiparanum. Men tá ið hann spurdi tyrluskiparan, segði hann, at ongin annar var í tyrluni, men at hann hevði kent tað, sum Gud leiddi hann til júst har, sum báturin við Maximo var staddur.

Gud bjargaði Maximo, og hann helt tað, sum hann hevði lovað. Hann vendi aftur til Gud. Nú er hann aftur saman við familjuni og hevur fingið hjálp fyri misnýtslu av rúsdrekka og rúsevnum.

LES EISINI  Gleði

Í neyðini rópti hann á Jesus, og Jesus kom í eini tyrlu at bjarga honum.

Lovaður veri Gud!

——————————–

Vilt tú hava tíðini frá Trúboðanum sum teldupost?
Hvønn fríggjadag senda vit tær ein samandrátt av greinum, sum eru komnar út seinastu vikuna – ókeypis. Les meira…

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina