Harðskapur móti kvinnum í Kina skapar talgilt mótmæli

Kinesiska stýrið slær hart niður á mótmælini móti harðskapi móti kvinnum

Afturvendandi harðskapur móti kvinnum í Kina er seinastu vikurnar vorðið eitt heimsumfatandi tema í kjaki. Tann seinasta, nógv umrødda hendingin fór fram fyri 2 – 3 vikum síðan, tá fleiri kvinnur, ið friðarliga sótu seint um kvøldið og ótu á eini matstovu í býnum, Tangshan í tí norðaligu Hebei provinsini, gjørdust offur fyri eitt rátt álop. Vakmyndatól upptóku tilburðin, og myndirnar gingu eftirfylgjandi sum eldur um alnetið á sosialum miðlum í Kina og í heimspressuni. Tvær av kvinnunum máttu leggjast inn á sjúkrahúsið eftir álopið. Nýggju persónar eru vorðnir handtiknir eftir tilburðin, og bæði teir staðbundnu eins og landsmyndugleikarnir hava givið vissu fyri, at teir fara at svara harðliga aftur ímóti ófriðarkroppunum. Men tað hevur ikki fingið kjakið í Kina til at hvørva. The New York Times skrivar:

Statsligu miðlarnir hava skýrt #MeToo-rørsluna at vera eitt vápn hjá útlendskum kreftum at gera Kina veikari.
New York Times

”Upptøkurnar á vakmyndatólunum  av ráa álopinum spjaddist skjótt online og hevur merkt almenna kjakið í øllum landinum. Kvinnur hava floymt sosialu miðlunum við forargilsi og ræðslu yvir hóttanirnar um seksuellan harðskap, ið er partur av gerandisdegnum har. Bert 3. av mongu hashtaggunum viðvíkjandi hesum máli á Twitter-líknandi pallinum, Weibo, er vorðin sæddur meira enn 4,8 milliardir ferð. Styrkin av almennu reaktiónini vísir týðiligt vaksandi uppmerksemi á seksuella sjikanu og kynsgrundaðan harðskap í kinverska samfelagnum, har eisini spurningurin um javnstøðu fyllir alsamt meira.”

Tvey kjakevni hava koyrt samstundis í Kina og um allan heim. Tann eini snýr seg um kvinnur og jævnrættindi í Kina. Hitt snýr seg um sosialar miðlar og talu- og skrivifrælsi. Tað eru langt frá øll, ið eru samd um, at hendingin kann skýrast sum ”harðskapur móti kvinnum”.

Statsligu miðlarnir hava koyrt upp á, at tað snýr seg um harðskap frá brotsmannaliðum í breiðari merking. Nakrir brúkarar av sosialum miðlum hava atfinningarsamir spurgt, hví kvinnurnar eru so seint úti. Leiðaragreinar í statsligu miðlunum hava kravt betringar í almennu trygdini uttan at nevna teir serligu vandarnar, kvinnur verða útsettar fyri.

The New York Times heldur fram: ” ósambærligu tulkingarnar vísa, hvussu syndrandi feminisman heldur á at vera, bæði fyri almenningin sum heild, eins og fyri eina stjórn, ið sær eitt og hvørt óheft virksemi sum eina møguliga avbjóðing fyri teirra egna eftirlitsvirksemi.

Feministiskir aktivistar eru sagdir upp í rættinum, saksøktir ella handtiknir. Statsligu miðlarnir hava skýrt #MeToo-rørsluna at vera eitt vápn hjá útlendskum kreftum at gera Kina veikari. Verja móti harðskapi í heiminum og seksuel sjikana er ófullfíggjað.

Tá nú henda hendingin hevur ført til eitt ódnarveður á talgildu miðlunum, so er tað sjálvandi tí, hon ikki er ein einstøk isolerað hending. Tað er sera álvarsligt, hvussu kinverjar síggja teirra egna samfelag og serliga tær stereotypir og kynsreglur, ið tær eru grundaðar á”, sum Pichamon Yeophantong, ein Kina-granskari á University of New South Wales, sigur við BBC. BBC minnir á eina ST-kanning frá 2013, ið umfataði 1.000 menn í einum amti mitt í Kina. Kanningin vísti, at meira enn helvtin viðgekk likamligan ella seksuellan harðskap mótvegis sínum partnara. ST-kanningin staðfesti sambandið millum kynsgrundaðan harðskap og djúpt rótfestar kynsreglur í Kina.

BBC minnir á eina ST-kanning frá 2013, ið umfataði 1.000 menn í einum amti mitt í Kina. Kanningin vísti, at meira enn helvtin viðgekk likamligan ella seksuellan harðskap mótvegis sínum partnara. ST-kanningin staðfesti sambandið millum kynsgrundaðan harðskap og djúpt rótfestar kynsreglur í Kina.
BBC

”Hetta er enn ein farsótt”, var yvirskriftin á eini grein í The Guardian. Greinin lýsir dagliga harðskapin, kvinnur eru í í egnum heimi. Men hon vísir eisini á, at har er ein illvilji móti at fara inn í, tað sum enn í stóran mun verður uppfatað sum privat mál millum eitt par. Harðskapur í heiminum varð ikki fyrr enn í 2016 gjørt til eina revsiverda gerð, men sera fá mál komu fyri rættin. ”Kvinnur eru illar nú og rópa hart. Men eg eri ikki bjartskygd í mun til, um hetta fer at føra til grundleggjandi broytingar”,  sigur Yaqiu Wang, ein kina-granskari hjá Human Rights Watch.

Sosialu miðlarnir hava sostatt sett í gongd eitt kjak, men nú verða teir eisini útsettir fyri atfinningum. The Guardian kundi sostatt greiða frá, hvussu Legal Daily, eitt statsligt kinverskt tíðindablað, mælti til, at sosialu miðlarnir geva gætur um teirra sosialu ábyrgd: ”At gera álvarslig evni til undirhald er beint móti almennu skipanini og sosialu samvitskuni, og hetta kann senda ein neiligan boðskap til almenningin – serliga tey ungu, ið ikki eru komin til lógaldurs”. Weibo hevur strikað kontur í hundraðtali og ákært brúkarar av teimum fyri at royna at ”eggja til fíggindskap millum kynini.”

Alt hetta kjakið hevur styrkt próvgrundirnar hjá kinversku stjórnini um, at statseftirlit og sensurur er neyðugur. Sosiala aktivisman verður bert byrgd meir og meir inni. Herfyri kundi The Guardian siga, at býurin Tangshan, har álopið á tær níggju kvinnurnar fór fram, hava mist ”ein tjóðarheiður”: Tann sokallaða ”Sivilatiónsskrivstovan fyri kommunistiska flokkin í kinversku Sentralkomitéini” boðaði mikudagin frá, at hon hevði gjørt av at strika býin Tangshan av listanum yvir ”tjóðskaparligar siviliseraðar býir”. Heiðurin fyri ein siviliseraðan bý hoyrir til allar borgarar og kann ikki vanærast”.

Spurningurin er, at um tað fer at hjálpa kvinnunum í Kina.
Kristelig Dagblad: Bjørn Thomassen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina