Harrin fer at fullføra sítt verk

Í dag vil eg minna teg á ríka og vakra sálma 138 í Gamla Testamenti. Sálmurin er merktur av takksemi og áliti á Gud. Aftanfyri orðini hjá Dávidi síggja vit ein mann, sum er royndur í trúnni og hevur upplivað, hvussu góður og trúfastur Gud er:

Eg vil tær lova av øllum mínum hjarta, frammi fyri gudum eg vil tær lovsyngja.
(v. 1)

Tann dag eg rópaði, bønhoyrdi tú meg, tú gjørdi meg reystan, sál mín fekk styrki.
(v. 3)

Um eg í trongd eri staddur, tú letur meg halda lívi. Tú hond tína rættir út móti vreiði fígginda mína, og høgra hond tín mær hjálpir. (v. 7)

Í síðsta versi verða eyguni vend fram á leið. Sum Dávid hevði lært at kenna Gud, í navni og orði hansara, stendur lyftið hansara fast, eisini í komandi døgum: Lyftini kunnu ei svíkja, ævigt tey standa fast.

Harrin førir sak mína at enda. Harri, trúfesti tín varir um ævir, gev ikki upp handaverk tíni! (v. 8)

Fyri tíð síðan fekk eg hetta versið sum eina persónliga heilsan. Eg hevði sagt meg úr starvinum, sum eg hevði havt í mong ár og nú visti eg ikki hvat Guds vilji var við mær. Tað hava verið dagar við bíðitíð, har eg havi verið noyddur at líta á, at Gud vil vísa mær leiðina fram. Tá hevur hetta orðið verið gott og gevandi fyri meg.

LES EISINI  Jesu navn og blóð er mær nóg mikið til frelsu

Harrin fer at fullføra gongur sum ein reyður tráður gjøgnum Bíbliuna. Tá ið Gud skapti heimin, fullførdi hann sítt verk (1. Mós. 2,1-2). Alt var fullkomið og gott. Frá krossinum rópti Jesus: Tað er fullgjørt!  (Jóh. 19,30). Tá hevði hann fullført vilja og frelsuætlan Guds. (Jes. 53,10-12).

Hann sum er ljómin av dýrd hansara og avmyndin av veru hansara og ber allar lutir við orði veldis síns, hann settist, tá ið hann hevði gjørt reinsan fyri syndirnar, við høgru hond á hátignini á høgum himni.  (Hebr. 1,3)

Og Paulus er sannførdur um, at eins og Gud arbeiðir og ger alt tað besta fyri kirkju sína, ger hann tað eisini fyri hvønn einstakan av sínum børnum: Fullvísur sum eg eri í tí, at hann, sum byrjaði í tykkum góðan gerning, vil fullføra hann alt til Jesu Krists dag.(Fil. 1,6)

Harrin  mær hjálpir

Høgra hond tín mær hjálpir sigur Dávid. Hann var sannførdur um, at Gud fer at syrgja fyri honum víðari, eins og Hann hevur gjørt higartil. Eg skilji eisini hetta soleiðis, at tað er Gud, sum ger verkið, sum hevur týdning. Hann, sum sær og veit, hvat er okkum at gagni, fer at fremja vilja og ætlan sína, hóast eg eri tann eg eri.

LES EISINI  Fimm bønir úr Bíbliuni

Tí kunnu vit eisini leggja hjarta okkara í hesa bøn Dávids, sum endar sálmin við hesum orðum: Gev ikki upp verk handa tína! Ja, Gud hevði góðar orsøkir at geva okkum upp, um vit hugsa um okkum sjálv og syndir okkara. Men Bíblian lærir okkum, at eitt Guds barn er hansara dýrabara ogn og meistaraverk, frá fyrsta degi til síðsta (Ef. 2,10).

Hendur Jesu, merktar av naglunum, boða frá, hvussu ófatiliga nógv Gud elskar meg. Hann fer ongantíð at svíkja sítt feilandi og stríðandi barn. Tí kunnu vit biðja saman við Dávidi, at Gud í toli sínum dag um dag vil mynda og fullføra sítt verk. Og hugsa tær, at Jesus, Guds Sonur, er okkara høvuðsprestur, sum talar okkara søk í himli!

Tí kann hann eisini fullkomuliga frelsa tey, sum við honum koma til Guðs, við tað at hann altíð livir til at ganga í forbøn fyri teimum. (Hebr. 7,25)

LES EISINI  Ein perla til lívið

At enda hvílir alt á miskunn Guds, hansara náði, sum ongan enda fær. Miskunn Guds er trúfesti hansara mótvegis náðisáttmála sínum, sum byggir á tað, ið Gud hevur sagt og lovað.

Er tað ikki, sum um Gud, gjøgnum vitnisburð Dávids, vil siga við teg og meg:

Ver ikki bangin fyri tí, sum liggur fyri framman. Miss ikki mótið. Ver frímóðigur! Soleiðis sum eg havi hjálpt tær til dagin í dag, vil eg framhaldandi verða við tær og fullføra mítt verk – eisini fyri títt viðkomandi!

.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina