Heilagi Andin sameinir okkum í Kristi

Einaferð kom Jesus í prát við eina kvinnu við Sikars brunn í Sámaria. Tá Jesus setur fingurin á tað eyma punktið í hennara lívi, hevur hon hug at snara prátinum aðrar vegir. Hon vil heldur kjakast um, hvar rættast er at tilbiðja Gud, tí tað vóru jødar og sámariubúgvar ósamdir um. Men Jesus hevur ikki hug at diskutera. Ístaðin sigur hann við hana: “Trúgv tú mær, kvinna, tann stund kemur, tá ið tit hvørki á hesum fjallinum ella í Jerusalem skulu tilbiðja faðirin… tann stund kemur, ja, hon er longu nú komin, tá ið hinir sonnu tilbiðjarar skulu tilbiðja í anda og sannleika; tí at tað eru slíkir tilbiðjarar, faðirin søkir. Gud er andi, og teir, sum tilbiðja hann, eiga at tilbiðja í anda og sannleika” (Jóh 4,21.23-24).

Tað er júst tað nýggja, sum Jesus kom við og sum verður sett í gongd á hvítusunnu!

Relatiónin til skaparan sjálvan snýr seg nú ikki longur um at hava ein ávísan etniskan uppruna, men um at tilbiðja Gud í anda og sannleika.

Hetta kom til sjóndar á hvítusunnu, tá Jesus sendi sín Heilaga Anda yvir ápostlarnar og teir talaðu á mongum ymiskum tungumálum um stórverk Guds (Áps 2,1-11). Allir fremmandu gestirnir í Jerusalem undir hátíðini undraðust stórliga, tí tey hoyrdu brádliga hesar ólærdu galileingar tosa á teirra móðurmáli um Guds frelsuverk í Syni sínum Jesusi Kristi.

Málundrið

Er tað nakað, sum skilir menniskju sundur, so er tað, at vit ikki skilja málið hjá hvør øðrum. Um eg einans dugi føroyskt, og eitt nú fari til Russlands ella Kina og har hitti fólk, ið einans duga sítt móðurmál, merki eg eina ósjónliga, men kortini sera ítøkiliga forðing fyri samveru.

Men júst hetta mark varð brotið á hvítusunnu! Tí soleiðis vildi Gud sláa rimmarfast, at við Jesusi Kristi er ein kirkja stovnað av øllum fólkasløgum og tungumálum, bæði jødum og okkum heidningum. Tí Jesu frelsuverk – at hann fyrst tók ábyrgdina fyri allar heimsins syndir á seg og doyði í okkara stað, og síðani reis upp og sigraði á deyðanum okkara vegna – tað er tað einasta, sum veruliga kann sameina okkum!

Kanska hugsa vit ikki so nógv um Gamla testamenti á hvítusunnu. Men í roynd og veru er hvítusunnan beint tað øvugta av hendingini við Bábelstorninum.

Tí tá fólkini tíðliga í heimssøguni ikki vildu fara út um allan heim at búseta seg, sum Gud hevði biðið tey, men heldur vildu setast niður øll á sama stað, og tey enntá vildu demonstrera hetta við at byggja eitt torn, sum rakk heilt upp til himmals. Tá fløkti Gud tungumál teirra, so tey ikki longur skiltu hvør annan, og noyddi tey soleiðis at breiða seg longur út um heimin at búseta seg.

(Mynd: Gerd Altmann á Pixabay)

Andin spreingir múrar burtur

Men nú, á hvítusunnu, setti Gud hesa málsligu forðing úr gildi aftur, í øllum førum fyribils. Tí nú var tað komið uppá pláss, sum aftur skuldi savna fólk av øllum heimsins tungumálum! Nú lá leiðin víðopin, til at eisini vit heidningafólk kunnu gerast børn Guds hins alvalda.

LES EISINI  Andin leiðir til Kristus

Longu sama hvítusunnudag var úrslitið av hesi serstøku boðan ápostlanna, at um 3.000 fólk tóku við trúgv á Kristus og vórðu doypt beinan vegin. Og beinan vegin fór Guds Andi við hesum gleðiboðskapi sína sigursferð um heimin, og hevur gjørt tað líka síðani. Soleiðis spreingir Sannleikans Andi við gleðiboðskapinum burtur múrarnar millum fólkasløgini. Tí hetta var og er ein boðskapur, sum skal boðast fyri øllum fólkasløgum og heilt til ytstu endamark á jørðini.

Byggir kristna trúgvin brúgv í dag?

Men megnar kristna trúgvin veruliga at byggja brúgv millum menniskju, sum annars eru so ymisk og hava so ymiska bakgrund? Vit mugu við sorg ásanna, at kristin mangan hava svikið henda einleika í Kristi og framt mannamun. Tað er til dømis væl kent, at tey flestu kristnu í Týsklandi ikki talaðu at, tá nazistarnir byrjaðu at gera mismun móti jødum. Og at mong hvít kristin í suðurstatunum í USA vardu trælahald, summi enntá við misnýttum bíbliuorðum. Dømini eru mong og ræðandi og skemmandi! Hinvegin eru eisini mong dømi um kristin, sum hava virkað fyri at byggja brúgv og taka burtur mismunir og skilnaðir, eins og Kristus gjørdi. Eitt nú William Wilberforce í Englandi, sum gekk á odda fyri at banna trælahaldi. Dømini eru eisini mong og kveikjandi!

LES EISINI  Gud sjálvur kom til okkara við Anda sínum

Nú tað aftur hevur verið ófriðarligt á markinum millum Gaza og Ísrael, er henda søga óivað eitt viðkomandi dømi. Tað var undir fyrstu sokallaðu intifada’ini í desember í 1988. Nakrir ísraelskir hermenn ganga gjøgnum gøturnar í Betlehem á Vestara Áarbakka, við løddum byrsum, meðan hatsk og óttafull eygnabrá fylgja teimum. Óttin lýsir eisini úr andlitunum á hermonnunum. Palestinarnir víkja undan, har hermenninir koma.

Men brádliga gongur ein palestini fram ímóti hermonnunum, sum taka enn fastari um byrsurnar. Men palestinin brosar og fevnir ein av hermonnunum, sum fevnir hann líka fast aftur!

Øll hini kenna eitt bland av ótta og undran. Men teir báðir hava fá kvøld frammanundan møtt hvør øðrum undir einum bíbliu- og bønarkvøldi, har messianskir jødar og kristnir palestinar koma saman. Trúgvin á Jesus sameinti teir báðar meira, enn hatrið millum fólk teirra skilti teir!

Sjálvur helt eg tað eisini vera talandi, undir eini heimsráðstevnu í USA í 2016 fyri bíbliufeløg úr øllum heiminum, saman við kristnum úr øllum kirkjusamfeløgum og samkomum. Heilt serligt var tað at sita til borðs saman við leiðarunum fyri bæði tað ísraelska og tey bæði palestinsku bíbliufeløgini, sum sínámillum vóru bestu vinir og samstarvsfelagar.

LES EISINI  Hvítusunnustevna í Vestmanna 2022

Kristus savnar

Hetta er Heilaga Andans verk! Trúgvin á Kristus savnar. Og felags málið, sum byrjaði á hvítusunnu, er saman at bera gleðiboðskapin um hann víðari til medmenniskju okkara – av øllum fólkasløgum!

Ikki tí, teir nógvu natúrligu munirnir okkara millum verða ikki strikaðir, fyri tað um ein hoyrir Jesusi til. Men tvørturum allar hesar munir savnar Guds Andi okkum. So at vit ikki eru eins, men kortini eitt í Kristi.

Soleiðis sum vit lesa um tey fyrstu kristnu, at tey ”hildu fast saman um (millum annað) samfelagið” (Áps 2,42). Og “øll tey, sum trúðu, hildu saman og høvdu alt í felagi” (Áps 2,44). Hetta samfelagið er júst brøðralagið millum tey kristnu, sum vit eisini heilsa hvør øðrum við hvønn sunnumorgun.

Tí í roynd og veru er bara ein kirkja – Kristi egna kirkja við stóra K.

Og hesi kirkju sleppa vit eisini at vera við í, so satt vit eru doypt at hoyra Jesusi til og liva í trúnni á hann!

Men dagliga avbjóðing okkara er, at eisini vit her hjá okkum, í verki, halda saman sum brøður og systrar, hóast vit sanniliga eisini kunnu vera ymisk, og hvør heldur uppá sítt. Ta avbjóðingina má hvítusunnan eisini minna okkum á!

Og so peikar alt hetta fram ímóti tí degi, tá ein óteljandi skari, av øllum fólkasløgum og tungumálum og ættum og tjóðum, úr øllum endum á jørðini, skal lova og prísa honum, sum bar allar syndir heimsins á sínum egnu herðum og bøtti fyri tær við sínum egna lívi og vann okkum ævigt lív í sær.

Lov og tøkk og allan heiður skal Gud Faðir, Sonur og Heilagur Andi hava fyri tað, nú og um allar ævir!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina