Heilsan frá Rana og Solveig á Børkop Højskole

Nú vit hava gingið á Børkop Højskole, Indre Missions Bibelskole, (IMB), síðani 5. januar, og hava sostatt skjótt verið her í 5 mánaðir, vilja vit hervið senda eina heilsan til tykkum har heima á klettunum. Samstundis vilja vit kunna um Bíbliuskúlan, sum endar 7. juni.

Byrja dagin við vikuversi
Á skúlanum byrja vit hvønn morgun við at ein lærari hevur andakt við støði í einum “vikuversi.” T.v.s. at andaktirnar eru frá sama versið alla vikuna. Vikuna eftir verður eitt nýtt vers gjøgnumgingið. Eftir andaktina byrjar undirvísingin.

Vit hava nógvar áhugaverdar lærugreinar. Vit hava gjøgnumgingið Jóhannesar evangeliið og Gamla Testamentið tvær ferðir um vikuna fyrstu tíðina. Síðani høvdu vit Galatabrævið og um trúgv. Nú vit nærkast endanum hava vit siðalæru (etik).

Teir dagarnar, vit ikki hava felagslærugreinar, hava vit vallærugreinar. Har havi eg (Rani) millum annað valt ápostlasøguna, náðigávur, sálmarnar, bøn og Filippibrævið. Tað eru eisini fleiri útilívslærugreinar at velja ímillum, millum annað at klintra í trøum og rógva kajak.

LES EISINI  Ikki nøkur døgnfluga: Lærusveinaskúlin PODAS byrjar aftur – á 11. ári

Teologilinjan
Tá man teknar seg til skúlan, skal man velja eina av teimum fýra linjunum skúlin hevur at bjóða. Eg valdi eina nýggja linju, ið kallast teologilinjan.
Hana havi eg havt hvønn fríggjadag fyrrapart. Tað hevur verið sera áhugavert at hoyra, hvat man verður undirvístur í, tá ið man lesur teologi. Har eru evni sum systematisk teologi, kirkjusøga og grikskt. Um ein umhugsar at lesa teologi, so er hetta ein góður møguleiki at fáa ein lítlan forsmakk, her á Børkop, tí vit fáa vitjan av lærarum frá bæði MF og DBI. Teir undirvísa í ymsum lærugreinum her á teologilinjuni.

Andakt og lovsangur
Andakt er hvørt kvøld. Tá eru tað næmingar sum hava andaktina. Tá syngja vit ofta nakrar lovsangir. Hvørt mikukvøld hava vit “højskoleaften”, tá er ymiskt á skrá. Millum annað hava vit havt um dóp, samtala um evnið, og kjak um ”Q&A”, ”sum er spyr og svara”. Solveig er á lovsangslinjuni.

LES EISINI  Nymann vitjar í Føroyum

Uttanlandsferðir
Umframt vanliga undirvísing, hava vit verið á tveimum ferðum hetta hálva árið. Í mars vóru vit í Svøríki á skíferiu. Og nú í mai hava vit verið í Belgia, har vit búðu í einum munkaklostri í Orval Abbaye. Eftir tað lá leiðin til París, har vit millum annað sluppu at vera saman við felagsskapinum ”Jews for Jesus”, evangelisera á gøtuni og annars upplivdu nakað av tí, ið býurin hevur at bjóða. 

Tíð til Bíbliu, bøn og samrøður
Tað, ið eg serliga havi fingið gleði av her á skúlanum er, at eg havi kunna brúkt nógva tíð saman við Guds orði, fingið undirvísing og havt samrøður við lærarar og næmingar. So eitt hálvt ár á Bíbliuskúla í Børkop, er ein góð avgerð!

Skúli við góðum umstøðum
Hølini hjá skúlanum eru líkasum í tveimum. Í høvuðsbygninginum eru skúlastovur, køkur, matarsalur, dagligstova, bókasavn, skrivstovur, tónleikahølir, ítróttarhøll og annað. Næmingabústaðirnir eru tveir bygningar, sum standa tætt við høvuðsbygningin. Har hevur hvør næmingur sítt egna kamar.
Meiri fæst at vita um skúlan inni á www.imb.dk og á Facebook.

LES EISINI  Háskúlin í Børkop ger ábøtur á søguliga høvuðsbygningin

Til seinast vilja vit heilsa við 2. Kor 8,9: “Tí at tit kenna náði várs harra Jesu Krists, at hann fyri tykkara skuld gjørdist fátækur, tá ið hann var ríkur, fyri at tit við fátækt hansara skuldu verða ríkir.

Bestu heilsur frá Rana Hansen av Toftum og Solveig Kristiansdóttir Davidsen úr Tórshavn.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina