Heilsan úr Eysturríki
Vit tríggjar, Anna Klein Olsen, Bjarnhild í Buð Justinussen og Jónrið Joensen, eru í løtuni á bíbliuskúla í Eysturríki. Skúlin eitur Tauernhof, sum er partur av Torchbearers, sum er ein stórur tvørkirkjuligur felagsskapur, sum hevur bíbliuskúlar kring allan heimin.
Skúlin liggur í einum lítli býi, sum eitur Schladming. Her búgva uml. 6500 fólk. Á skúlanum ganga 94 næmingar úr ymiskum londum. Skúlin er í 12 vikur, har vit hava undirvísing um ymsik evnir og bøkur í Bíbliuni. Hvørja viku kemur ein nýggjur undirvísari, og undirvíst verður frá 9 til 12 hvønn gerandisdag. Afturat hesum eru møtir, lovangskvøld, bíbliubólkar og bønarløtur á skránni hvørja viku.
Tað sosiala fyllir nógv her á skúlanum, og vit eru vælsignaðar at verða saman við fittum, stuttligum og brennandi trúgvandi fólkum. Av tí at tað eru so nógv trúgvandi á einum skúla, og vit fáa nógva góða undirvísing og brúka nógva tíð saman, so fyllir tað andaliga prátið nógv. Millum annað til máltíðir, pausur og úti í flottu náttúruni her í Eysturríki. Hvørt fríggjakvøld verður skipa fyri “social night”, har allur skúlin samlast saman til hugna, sum er millum annað spøl, dans, talent show og bál. Hvønn leygardag skipar skúlin eisini fyri einum tiltakið, har tað er fríviligt at luttaka. Skúlin hevur millum annað skipað fyri fjallatúrum, sosialum rennitiltaki og vitjan á einari týningarlegu.
Á skúlanum hava vit ikki bara undirvísing, men eisini skúlating. Hvørja viku skulu vit skriva eitt “reflection paper” har vit skulu skriva tvær síður, og reflektera yvir tí, sum vit hava lært, ella okkurt sum fyllir. Eisini hava vit skrivað tvær longri uppgávur, eina um evangeliið og eina um Heilaga Andan. Vit hava lisið tvær andaligur bøkur, og gjørt umælir um tær. Lærarnir lesa uppgávurnar, og geva aftursvar. Eisini skulu vit læra trý vers uttanat hvørja viku. Afturat hesum, skulu øll hava eina andakt til eina máltíð, og eisini leiða sín egna bíbliubólk, har vit fortelja okkara vitnisburð og fyrireika tekstin.
Vit hava eisini ymiskar uppgávur á skúlanum. Jónrið arbeiðir og vaskar á kaféini, Bjarnhild vaskar ves og Anna vaskar upp aftaná døgurða. Afturat hesum, hava vit eisini “outreach” uppgávur, har man kundi velja hvørja tænastu, man vildi verða virkin í her á skúlanum. Jónrið er við í bønarteiminum, meðan Anna og Bjarnhild eru við til at skipa fyri møtum og lovsangskvøldum.
Kavin er komin, og fleiri eru byrja at standa á skíð. Tað er eisini okkara ætlan at royna okkum á hesum økinum. Tað merkist av álvara at jólini nærkast. Vit eru allar við í jólakórinum, og skulu framføra til jólakonsertina, sum skúlin skipar fyri. Eisini hevur skúlin skipað fyri einum jóladegi, har vit spældu kavakríggj, gjørdu piparkøkuhús og hugdu eftir einum jólafilmi.
Vit ganga allar í KFUM&K í Klaksvík, og eru virknar í ungdómsarbeiðinum. Tað tykist løgið at ikki verða heima, og at ikki verða við til ungdómsmøtini og møtini heima. Serliga nú, tá fleiri stór tiltøk hava verið, millum annað Stórmøtini og Missiónsvikan. Men vit eru glaðar fyri at læra nógv og at vaksa andaliga, og at tá vit koma heim at sleppa at nýta okkara lærdóm í KFUM&K.
Um tit hava nakrir spurningar viðvíkjandi skúlan, so eru altíð vælkomin at seta tykkum í samband við okkum á messenger ella instagram.
Vh.
Anna Klein Olsen, Bjarnhild í Buð Justinussen og Jónrið Joensen
Trúboðin



