Heimamissiónin: Ársroknskapurin í fjør vísti eitt avlop á 79.155 kr 

Á ársmøtinum tann 17. mai varð ársroknskapurin hjá Heimamissiónini lagdur fram – og hesaferð við munandi betri úrsliti enn árið fyri.  

Í 2024 endaði roknskapurin við einum avlopi á 79.155 krónur samanborið við eitt undirskot á góðar 320.000 krónur í 2023. Stóra undirskotið í 2023 komst tó serliga av avskrivingum til Háskúlan í Nesvík, sum tíverri ikki fekk nóg góða undirtøku til at koma í gongd.  

Vøkstur í gávum lyftir inntøkurnar  

Inntøkurnar í 2024 vóru 7,3 mió. krónur – ein vøkstur á 10 % samanborið við 6,6 mió. í 2023. Hetta skyldast serliga ein vøkstur í gávum frá einstaklingum, gávum frá missións- og meinigheitshúsum, innsavningum og gávum frá jarðarferðum. 

Samanlagt komu 3,8 mió. krónur inn í gávum og innsavningum til rakstur av missiónsarbeiðinum. Harumframt komu 1,3 mió. krónur í oyramerktum gávum til útbyggingina av leguhúsinum. Tað gevur tilsamans 5,1 mió. krónur í givnum pengum – ein upphædd, sum vit eru ómetaliga takksom fyri!  

LES EISINI  Da Indre Mission kom til Færøerne

Útreiðsluvøkstur grundaður á starvsfólk og menning  

Útreiðslurnar vaksu úr 6,7 mió. krónur til 7,1 mió. – ein vøkstur á 7 %. Hetta kemur fyri tað mesta av hægri lønarútreiðslum:  

  • Ein ungdómsráðgevi varð settur í starv í 2024  
  • Skrivstovufólk fór úr 50 % upp í 80 % tíð fyri eisini at taka sær av forlagnum  
  • Ein skrivstovulærlingur byrjaði í seinnu hálvu av 2023, og var tí ein størri lønarpostur í 2024  
  • Starvsfólk fingu lønarhækkan á heysti 2024 samsvarandi galdandi sáttmála á arbeiðsmarknaðinum    

Stór minking í oljuútreiðslum  

Ein týðulig sparing sæst longu í oljuútreiðslunum til Leguhúsið, eftir at øll vindeyguni vórðu skift síðsta vetur. Oljunýtslan er minkað góðar 10.000 litrar – ein gleðilig og langtíðar sparing. Hetta svarar til eina minking á góð 27 tons av CO2 útláti um árið. 

 Við betri úrsliti, øktum gávuinntøkum og framtíðar sparingum stendur Heimamissiónin sterkari, og vit vilja nýta høvið at senda eina hjartans tøkk til øll, sum stuðla arbeiðinum. Tit eru við til at bera missiónsarbeiðið – og okkara vón er, at vit framhaldandi kunnu bera missiónsarbeiðið, so evangeliið um Jesus Kristus røkkur enn longur!  

LES EISINI  Heimamissiónin fær tryggari og bíligari KT-rakstur
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina