Heimamissiónin søkir eftir nýggjum volontørum til Íslands komandi hálvár
Kirkjuliga Heimamissiónin leitar nú eftir nýggjum volontørum til spennandi og mennandi arbeiðið í Íslandi frá august og fram til ársskifti.
Hetta hálvárið hava tveir volontørar verið í Íslandi, og royndirnar hava verið góðar. Arbeiðið gongur væl, og vit hava longu sæð jaligar broytingar og vøkstur í ungdómsarbeiðinum hjá systurrørsluni Kristniboðsambandinum (SÍK) í Íslandi. Tí ynskja vit nú at senda nýtt toymi av volontørum at halda áfram við tí góða arbeiðinum.
Arbeiðið fram til nú – og hví vit halda fram
Sum liður í 2030-strategiini hevur Heimamissiónin sett sær fyri at styrkja missiónsarbeiðið í útnorðri. Í fjør varð samstarvsavtala undirskrivað millum Heimamissiónina og Kristniboðsambandið, har mennandi og varandi samstarv um ungdómsarbeiði er ein av tættunum.
Hetta hálvárið eru Andrias Garðsá og Magnus Hammer í Hjøllum volontørar í Reykjavík, og arbeiðið hevur verið bæði gevandi og læruríkt. Samarbeiðið hevur víst, at tørvur er á kristiligum ungdómsarbeiði í Íslandi – og at føroyskir volontørar kunnu gera stóran mun.
Hvat inniber arbeiðið sum volontørur?
Sum volontørur í Íslandi kemur tú at arbeiða fyri SÍK, sum er okkara systirrørsla í Íslandi. Her fært tú:
- týdningarmiklar uppgávur í ungdómsarbeiðnum,
- møguleika at skapa nýtt tilfar og tiltøk,
- høvi at virka í einum spennandi norðurlendskum samanhangi,
- eitt hálvt ár, har tú bæði tænir og mennist persónliga.
Heimamissiónin rindar volontørløn, og SÍK skipar fyri bústaði. Hetta er eitt gylt høvi hjá tær, sum hevur hjarta fyri missión, ynskir at arbeiða við ungum, ella bara hevur hug at kasta teg út í nakað nýtt og gevandi.
Hevur tú hug at verða okkara næsti volontørur?
Um tú kennir eitt kall til at tæna í Guds ríki, ella bara ert forvitin eftir at hoyra meira, so ert tú hjartaliga vælkomin at venda tær til aðalskrivaran á jakup@mission.fo ella ungdómsráðgevan á kartin@mission.fo.
Umsókn: Seinasta freist at søkja er á midnátt 1. mai. Umsóknir skulu sendast til jakup@mission.fo.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær!
Kartin Høgnesen


