Heimurin, øllum leingist eftir

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Hvussu hevði lívið verið, um eingi ónd menniskju vóru? Um øll gjørdu einans tað, sum rætt var? Soleiðis, sum Gud vil?

So hevði ikki verið tørvur á lásasmiðjum, tí tað hevði ikki verið neyðugt at stongt fyri óviðkomandi gestum. Um tú fórt út at ferðast um summarið, og tann ólukka hendi, at tíni hús fingu skaða, so hevði nábúgvin syrgt fyri at bygt tær húsini aftur, uttan at vænta sær nakað afturfyri. Hetta hevði ført til, at tryggingarfeløg ikki vóru neyðug. Læknar høvdu  givið einum og hvørjum ta hjálp, teimum tørvaði, uttan at krevja nakað afturfyri. Harvið høvdu pengar mist sítt virði og bankar gjørdir óneyðugir. Um nøkrum tørvaði nakað, hevði ein annar givið tað av sínum góða vilja.

Um tú hugsar, at fólk, í einum slíkum samfelag, ikki kundu hugsað sær at arbeitt, síðani tey fingu alt, tekur tú dyggiliga feil. Øll høvdu arbeitt harðari enn nakrantíð. Ikki fyri at skava saman ríkidømi til sín sjálvs, men av tí at tey ynsktu at geva til teirra, sum tørvaðu tað.

Sambandið millum fólk hevði verið framúr gott. Tú hevði stólað uppá ein og hvønn. Eingin hevði nakrantíð gjørt nakað, sum kundi sárað teg. Einki tú segði, hevði verið brúkt ímóti tær. Eingin hevði eyðmýkt teg. Eingin hevði upplivað ósemjur. Eingin hevði viljað snýtt teg við at siga eitt, men meina nakað annað. Felagsskapurin millum menniskju hevði verið av einum slíkum slag, at vit illa kunnu ímynda okkum tað.

Um øll menniskju alla tíðina gjørdu Guds vilja, hevði heimurin verið eitt lukkuligt stað. Um Gud slapp at ráða sum kongur, og øll høvdu gjørt  tað, sum hann gav boð um, so hevði hesin heimur sanniliga verið eitt paradís.

Longu nú er hesin ’heimur’ til staðar í hesum heimi. Heitið á honum er Guds ríki ella himmiríkið. Ígjøgnum hetta ríkið virkar Gud í hesum heimi. Men ein dag endar hesin heimur, og tá skal heimurin, øllum leingist eftir, koma niður av himni. Tá Gud skapar alt av nýggjum.

 

Tey, sum Guds vilja gera,
og elska fólk og land,
tey signing við sær bera,
sum sløkkir hatskan brand.
Tey lýsa gjøgnum strevið,
Tey bjarga lond úr neyð,
Tey sigra víst. Gud gevi,
vit teljast millum tey.
(Mikkjal á Ryggi)

Jákup E. Petersen, Keypmannahavn