Hetta var tað!

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Fyri stuttum kom eg fram á lítla grein, har sagt var frá eini vitjan, ein prestur hevði hjá einum ungum manni. Ungi maðurin hevði krabbamein og hevði júst fingið at vita, at læknaliga kundi hann onga hjálp fáa móti sjúkuni longur. Viðgerðin, teir høvdu roynt at hjálpa honum við, var steðgað.

Maðurin lá kvirrur og sýntist so hugsanarsamur, at prestur mátti spyrja, hvat hann lá og hugsaði um? Jú, ljóðar svarið. Eg liggi og hugsi um, at hetta var tað! Allir hesir vanligu gerandisdagarnir, eg havi livað, vóru altso lívið, mær var givið!

Eg havi ofta hugsað um hetta, síðani eg las greinina. Allir hesir vanligu gerandisdagarnir, mær verða givnir, eru lívið!

Summar er, børnini hava skúlafrí, og vit vaksnu hava frí soleiðis, sum tað passar á okkara arbeiðsplássi. Ymiskt er, hvussu frídagarnir verða hildnir, men flestu okkara gleða seg til hesar serstøku dagar. Og tað er gott! Ein góð feria gevur yvirskot og hug til gerandisdagin. Eisini er stuttligt – serliga ta myrku tíðina – at tosa saman um og minnast aftur á góðu feriudagarnar.

Men tað vóru ikki frídagarnir, sum komu í hugan á hesum unga manni, nú hann lá á deyðastrá.

Hóast hann helst hevði havt feriuupplivingar eins og onnur. Nei, tað vóru teir vanligu gerandisdagarnir!

 

Men hvat virði er í gerandisdøgum?

Hvussu ber tað til, at hann júst hugsar um hesar dagar, nú hann er komin so langt, at dagurin í stórum nærkast, tá hetta lívið er farið, um ikki eitt undur hendir? Kundu ikki verið aðrir serstakir dagar at hugsa um? Veitslu-, høgtíðs- og frídagar? Sum ofta hava heilt serligan dám? Kanska. Men tað eru altso ikki hesar dagar, ungi maðurin hugsar um sum lívið. Lívið, sum nú fór at glíða honum av hondum. Lívið, sum hann fekk sum gávu at liva.

Nei, tað vóru teir heilt vanligu dagarnir.

Og eg hugsi: ”Tað er júst so!” Vanligu dagarnir, vit liva saman við teimum, vit hoyra saman við, serstakliga okkara nærmastu, hava allarstørsta týdning fyri okkara lív!

 

Grundarlag fyri teir serstøku dagarnar

Ein góð feria kann vera týdningarmikil, men teir góðu gerandisdagarnir skapa grundarlag fyri, at feriu- og frídagar verða góðir! Er samskiftið millum húsfólkið ikki gott vanligar dagar, soleiðis at vit virða hvørt annað og hava áhuga hvør fyri øðrum, kann tað vera sera torført at fáa gott samskifti og harvið gevandi felagsskap í feriutíð, har vit vænta at fáa góðar upplivingar saman. 

Skulu vit orka at vera saman – kanska bara vit – fleiri dagar á rað, mugu vit gerandisdagar duga at lurta eftir hvør øðrum og loysa ósemjur. Annars kunnu koma dagar mitt í gyltu feriutíðini, har vit als ikki tola hvørt annað, tí at ein hevur hug til eitt og annar til eitt annað, og vit ikki duga at tosa saman um hetta á ein virðiligan hátt.

So tað ræður um gerandisdagin at seta hvørt annað høgt! At elska hvørt annað í orði og verki, so at vit saman byggja tað virðismikla lívið, sum er samansett av heilt vanligum døgum!

So gott er at steðga á og hugsa um, hvussu eg sjálv/sjálvur nýti dagin – júst hendan dagin, Gud hevur givið mær at liva! Hann kann saman við hinum gerandisdøgunum gerast tað týdningarmesta, tá eg ein dag líti aftur á lívið, sum tá er um at vera av!

Sólbjørg Símunarson, Argir