Himmalin er veruligur
Minnist tú bókina ‘Himlen findes virkelig’ ella á enskum ‘Heaven Is For Real’?
Bara trý ára gamal gjørdist Colton Burpo íblástur fyri milliónir, við síni frágreiðing um at hava vitjað Himmalin, eftir at hann næstan doyði av einum bráðsprongdum blindtarmi fyri meira enn 20 árum síðan.
Nærdeyða upplivingin hjá Burpo førdi til ta vælumtóktu bókina og filmin ‘Heaven Is for Real’. Nú, fleiri ár seinni, heldur 25 ára gamli Colton fram at deila hesa ótrúligu søgu.
“Eg var bara trý — næstan fýra ára gamal — tá ið blindtarmurin sprongdist,” segði hann við CBN News. “Eg hevði blindtarmsbruna, men læknarnir funnu ikki útav tí, og tað gingu umleið fimm dagar, áðrenn teir funnu útav, hvat var galið. Tá fóru teir beinanvegin undir eina skurðviðgerð.”
Í hesum ræðuliga løtum sigur Burpo seg hava havt eina yvirnatúrliga, nærdeyða uppliving, har hann møtti Jesusi og vitjaði Himmalin.
“Eg minnist, at eg varð lyftur úr kroppinum. Eg sá niður á læknarnar, sum arbeiddu við mær,” segði hann. “Eg sá mammu mína í einum rúmi. Hon tosaði í telefon og bað. Pápin var í einum øðrum rúmi, og hann bað hart til Gud.”
Burpo helt fram: “Tá var eg ræðslusligin. Eg skilti einki av tí, sum hendi. Men so sat eg í fanginum á Jesusi, og hann lat nakrar einglar syngja fyri mær, fyri at gera meg rólligan.”
Hansara lýsingar av møtinum við Jesus og deyðar familjulimir vaktu áhuga hjá mongum. Mong fóru at hugsa um ævinleikan, himmalin og gleðiboðskapin. Í dag er Burpo giftur, stutt síðan vorðin pápi, og kennir eitt sterkt kall.
“Harrin hevur kallað meg til at vera ein kristin, ein kristin maður hjá konu míni, og nú eisini ein kristin pápi. Og tá tað snýr seg um hitt yvirnatúrliga — ella tað sum bíðar okkum — so eri eg ikki bangin fyri at møta Jesusi aftur ein dag,” segði hann. “Eg gleði meg til tann dagin.”