Hin æviga hvíldin
“So stendur tá enn eftir ein sabbatshvíld fyri Guds fólk.” Hebr. 4,9.
Stórar broytingar bíða Guds fólki, tá ið tey einaferð koma heim. Her niðri eru tey fødd til stríð og strev, men í landi hinna sælu eru hesi hugtøk ókend.
Vit vilja so fegin tæna okkara Meistara, men orkan svarar ikki til ídni okkara. Ofta mugu vit rópa: “Hjálp mær at tæna tær, Harri!”
Men, mín kæri vinur, einaferð skal strevið taka ein enda. Sólin nærkast sjónarringinum, og hon skal rísa aftur til ein vakran dag, sum tú ongantíð áður hevur sæð, og í einum landi, har vit skulu tæna Gudi dag og nátt og tó fáa hvíld.
Her fáa vit bert lutvísa hvíld, men har skal hvíldin vera fullkomin. Her kennir tann kristni seg ótryggan og óróligan, sum um hann ongantíð røkkur tí, hann ynskir, men har skulu vit finna frið.
Tú troytti tænari, hugsa um tann dag, tá hetta verður tín veruleiki, og tú sleppur at ganga inn í hina ævigu hvíldina! Ein hvíld, sum ongan enda tekur. Her á jørðini eru sjálvt okkara størstu gleðir merktar av myrkursins skugga. Her eru á jørðini følna sjálvt tær vakrastu blómur. Her falla okkara vakrastu fuglar fyri pílunum hjá deyðanum. Mínir vakrastu dagar verða hóttir av myrkum náttum, og mínar signingar líkjast flóð og fjøru.
Men har skal alt vera ódeyðiligt og óforgongiligt. Hørpurnar rusta ikki, sigurskransurin følnar ikki, og hjartað slær ongantíð ójavnt. Okkara ódeyðiliga sál kann geva seg alla til óendaliga frøi og gleði.
Vakri dagur, tá ið alt tað deyðiliga ikki er til meira, og hin nýggja sabbatshvíldin er veruleiki!
Charles Haddon Spurgeon
Ásbjørn Jacobsen






