Ein nýggjur vegur heim í Guds ríki

“Og hon skal føða ein son, og Jesus skalt tú kalla navn hansara, tí at hann skal frelsa fólk sítt frá syndum teirra” (Matt 1,21).

Soleiðis talaði eingil Harrans við Jósef og boðaði frá komu frelsarans. Orðið frelsa er eitt lyklaorð í skriftini. Á undurfullan hátt kemur Guð inn í søguliga tíð, tá hann letur einborna son sín koma í holdi. Føddur av kvinnu í fylling tíðarinnar.

Jósef var trúlovaður Mariu, “og tað kendist á henni, áðrenn tey komu saman, at hon var við barn av hinum heilaga anda.” Jósef umhugsaði støðu sína, og tá hann ikki vildi gera trúlovaðu sína opinberliga til skammar, ætlaði hann í loyndum at skilja seg frá henni.

Tá er tað, at eingil Harrans í dreymi birtist fyri honum og segði: “Jósef, sonur Dávids! Óttast ikki fyri at taka Mariu, konu tína, til tín; tí at tað, sum hon ber undir belti, er av hinum heilaga anda.”

Í Jesusi kemur Guð sjálvur til jarðar. Frá skapanini lág vegurin til Guðs ígjøgnum lógina. Fyriskipanir Móses vóru krevjandi, og eingin megnaði at upfylla lógarinnar krøv um reinleika og rættvísi. Vegurin heim í Guðs ríki gekk frá jørðini og ígjøgnum lógina. Menniskjan náddi fram til lógina og snávaði. Komið varð ikki úr stað, og Guðs æviga ríki var langt burturi.

LES EISINI  Ynskilistin hjá Kirkjuligu Heimamissiónini

Við føðing Jesu varð lagdur ein nýggjur vegur heim í Guðs ríki. Hesin vegurin byrjar hjá Guði, tá hann tekur stig til, at eitthvørt munagott má gerast. So sendi hann son sín í heimin, føddan av kvinnu, føddan undir lóg. Nú gongur vegurin heim í faðirhúsið gjøgnum ein frelsara. Sum Jóhannus evangelistur so vakurt orðar tað: “Tí av fylling hansara hava vit allir fingið, og tað náði oman á náði; tí at lógin varð givin við Mósesi, náðin og sannleikin komu við Jesusi Kristi.”

Bjargingarætlan Guðs kemur til sjóndar í navni frelsarans. Navnið Jesus er tað sama sum tað hebraiska Jósva, ið merkir: “Harrin er frelsa”. Jesus skal bøta um skaðan, mannaættin gav sær sjálvum í syndafallinum. Við føðing Jesu er staðfest, at “Guð er við okkum”. Guð er á síðu menniskjans, hann er við okkum.

Sum skrivað stendur: “Sí moyggin skal verða við barn og eiga son, og á navni skulu tey kalla hann Immanuel; tað merkir: Guð við okkum.”

Tað er hetta, ið jólaevangeliið kunnger. Vit hava fingið frelsaran Jesus, ið er Harrans útrætta hond til bjarging. Vit eiga ein Immanuel, ein Guð, ið er við okkum.

Við so stórari gávu frá Guði kunnu vit valla gera annað enn leggja uppí hin syngjandi einglaskaran: “Heiður veri Guði í hægsta himli, og í menniskjum góður tokki.”

So ynskja vit hvør øðrum eini av Harranum signað jól. Og gævi tað eydnast, at vit síggja Jesus sum frelsu Harrans. Síggja, at Guð í Jesusi er komin til jarðar, at hann er við og hjá okkum.

LES EISINI  Hugleiðing um jólini

Meðan vit ganga hin nýggja og gongda vegin heim í faðirhúsið – fullgjørda frelsuverk Jesu Krist. Meðan vit eru ávegis heim í faðirhúsið ynskja vit hvør øðrum eini gleðilig jól.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina