Hin stóri hvíti skarin

„Síðani sá eg – og sí: ein stórur skari, sum eingin kundi telja, av øllum fólkasløgum og ættum og fólkum og tungumálum. Tey stóðu fyri hásætinum og fyri Lambinum, í longum hvítum kyrtlum, og við pálmagreinum í hondum sínum. Og tey róptu við harðari rødd og søgdu: Frelsan hoyrir okkara Gudi til, honum, sum situr á hásætinum, og Lambinum.“ (Opb 7,9–10)

Tað er neyvan nakar hugburður um himmalin, sum er okkum kærari og kendari enn hesin. Kanska ger vakra myndin av hinum stóra, hvíta flokkinum, sum hongur í so mongum heimum, sítt til, at tað er lætt hjá okkum at síggja hendan hvíta skaran eisini fyri okkara innara eyga. Andlit móti andliti hyggja vit inn í myndina so langt, sum vit síggja. Ein stillur friður og ein sælur ljómi liggur yvir teimum øllum. Har er eingin møði, einki mótloysi, einki strið og klandur. Øll eru upptikin av einum: at lovsyngja Gudi. Klæðini eru hvít, og pálmagreinar halda tey í hondum sínum. Tá vit síggja myndina, ána vit, hvat sæla er.

LES EISINI  Mítt góða er at vera Gudi nær

Heldur eru tað ikki nógvir sálmar, sum eru okkum so kærir sum tann um hin stóra, hvíta flokkin. Hvørja sýn inn í ævinleikan mátti gamli Hans Adolph Brorson hava havt, tá hann skrivaði sálmin um hin stóra, hvíta flokkin. Hann dró fortjaldið eitt sindur til síðis, so at túsundir av troyttum pílagrímum síðani hava fingið at sæð ein lítlan glotta av somu dýrd, sum hann tá sá.

Í tí stóra skaranum, sum Jóhannes sær, eru øll í klæðum. Hin hvíta klæðningin er útrykk fyri reinleika sálarinnar – tað er hvíta rættvísisklæði Kristusar. „… tey hava tvigið kyrtlir sínar og gjørt tær hvítar í blóði Lambsins“ (Opb 7,14). Eina ferð vóru klæðini teirra skitin. Annars høvdu tey jú ikki havt brúk fyri at tváa tey. Jú nærri vit koma ljósinum, tess betur síggja vit, hvussu órein okkara klæði eru.

Jú nærri vit koma ævinleikanum, tess betur skilja vit, at í himmalinum passa vit ikki; tí einki óreint skal koma inn har, og klæðning sálar okkara er órein.

LES EISINI  Í dag er Trettandadagur (trettandi dagur jóla)

Men so finst eitt reinsimiðal: hitt signaða blóð Lambsins. Fyrst í hinum stóra, hvíta skaranum fara vit til fulnar at skilja, hvat fyrigeving syndanna er. Men tá skilja vit tað. Og so brótast vit út í endaleysa tøkk og gleði.

Fredrik Wisløff

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina