Hjálp: Eg vil síggja ein góðan film

Er tað torført at finna góðar filmar, kanst tú fáa hjálp á donsku heimasíðuni filmogtro.dk

Filmogtro.dk vísir ikki bara á beinleiðis boðandi filmar. Als ikki. Á Film & Tro eru ummæli av øllum møguligum filmum – frá fittum familjufilmum til óhugnaligar ‘gysarar’. Tað eru persónliga trúgvandi fólk, sum ummæla, og teirra kristna lívsáskoðan sæst aftur í teirra filmsummælum. – Vit leggja serligan dent á filmar og filmsmentan út frá kristnum sjónarhorni, og vit vilja inspirera síggjaran til tað sama, tá tey hyggja at filmi. Hetta sigur Johan Schmidt Larsen, leiðari hjá teimum umleið 25, sum ummæla. – Vit meta hetta sum okkara tilverurætt, at vísa á nakrar av teimum nógvum filmunum, sum eru sømilig filmshandverk og vísa á listarlig og menniskjalig virði, sigur Johan. Hann vónar, at Film & Tro kann hjálpa til at samantvinna trúgv og tankar í samspælinum, filmslist og kristintrúgv. – Ætlanin er at fremja eitt týðandi kjak millum filmsheimin og listaheimin og kristnu lívs- og menniskjaáskoðanina

LES EISINI  Filmsummæli: Bíblian: Bókin, ið hevur broytt heimin.

Um tú vilt vísa ein film í einum bólki ella í missiónshúsinum finnur tú eisini hjálp her. Film & Tro vil veita íblástur fyri ungum, familjum, ungdómsleiðarum, lærarum og prestum, sum vilja finna filmar við góðum uppbyggjandi menniskjaligum og etiskum virðum. Eisini finna vit ein lista við sokallaðum “kristnum filmum”, sum eru filmar, sum beinleiðis hava sum endamál at boða Guds orð

Sjálvandi eru aðrir filmar, sum nerta við kristin ella bíbilsk evni uttan at kunna nevnast kristnir filmar. Hesar finnir tú við at leita undir ‘Bedste film.’

Danska Indre Mission stendur aftanfyri Film & Tro. Síðan er verd eina vitjan, um tú ætlar tær eitt hugnaligt filmskvøld.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina