HMU á ungdómslegu í Íslandi
Seinastu vikuna hava Kartin Høgnesen (ungdómsráðgevi) og Sonni Steinhólm (limur í landsungdómsnevndini) luttikið á ungdómslegu í Íslandi. Talan er um ungdómslegu, sum Íslendska Kristskirkjan skipar fyri, har omanfyri 50 ung í aldrinum 13-25 ár hava verið við. Legan er á legustaðnum Eyjólfsstaðir, sum Kristskirkjan eigur, og liggur á eysturlandinum í Íslandi.
Eitt av málunum í strategiini hjá Kirkjuligu Heimamissiónini er at seta fokus á missiónsarbeiðið í útnorðri, herímillum í Íslandi. Tí gjørdu Heimamissiónin og Kristniboðssambandið (SÍK) – lutherskur missiónsfelagsskapur í Íslandi – eina samstarvsavtalu í vár eitt nú um samstarv innan ungdómsarbeiðið.
Í hesum sambandi bjóðaði SÍK okkum at senda tvey umboð við á ungdómslegu í Eyjólfsstaðir – og komandi vikuskifti koma eisini tveir ungdómsleiðarar úr Íslandi við á okkara 17+ legu í Nesvík.
Kartin og Sonni fóru beinleiðis av Teenstreet til Íslands á ungdómsleguna seinasta fríggjadag. Forkvinnan í SÍK, Ásta Bryndís Schram, sum vit eisini síggja saman við teimum báðum á myndini omanfyri, heintaði teir á flogvøllinum í Keflavík. Síðan fóru teir víðari við flogfari úr Reykjavík til Egilsstaðir á eysturlandinum, sum liggur tætt við Eyjólfsstaðir, har legan varð hildin.
Legan endaði í dag, og fríggjadagin koma teir báðir heim aftur til Føroyar, har teir koma at luttaka á 17+ leguni í Nesvík um vikuskifti.
