HMU-legan 2025

Nú nærkast vit aftur HMU-leguni, og fyrireikingarnar eru fult í gongd. Legan hevur havt fleiri nøvn gjøgnum árini – leingi varð hon kallað novemberlegan, síðan oktoberlegan – men í síðsta ár bleiv hon til HMU-legan. Í ár verður legan hildin frá 24. til 26. okt. í Nesvík.

Evnið í ár er “Eg og Jesus”, og á leguni fara vit at hyggja nærri at nøkrum persónum í Bíbliuni, og hvussu Guð bæði vegleiddi og brúkti tey. Endamálið er at síggja evangeliið gjøgnum hesar persónarnar, og hvussu teirra samband við Guð kann tala til okkara lív í dag. Leygarkvøldið verður ein serlig løta við yvirskriftini “Eg og Jesus”.

Til leguna hava vit fingið nøkur sera góð fólk fólk at hava undirvísingina. Fríggjakvøldið verður møti við Ova Brim, prósti, Mariann Poulsen fer at hava bíbliutíma leygardagin, og leygarkvøldið verður møti við Jákupi Brúsá. Seinnapartin leygardagin verður eisini skipað fyri serligum áhugatímum, sum Ann Hermansdóttur og Gerhard Mikkelsen koma at hava. Tá verður tað skipað soleiðis, at gentur og dreingir fara hvør til sítt, og tað verður tosa um “Eg sum Guðs dóttur” og “Eg sum Guðs sonur”.

Tilmeldingin opnaði fyri góðari viku síðan, og longu nú er góð undirtøka. Høvuðsleirarnir hava góðar vónir og vænta einki minni enn eina fantastiska legu, har bæði undirvísing, felagsskapur, og hugni verða í hásæti.

Legan kostar 585 krónur, og til ber at melda seg til gjøgnum leinkjuna: www.mission.fo/tilmelding

Vónandi verður tað eitt ógloymandi vikuskifti fyri ØLL!!!