HMU Lovsongur – Fest títt eyga á Jesus

Lovsongsbólkurin HMU Lovsongur, sum í fjør gav sínar fyrstu tvær útgávur út, er nú aftur við nýggjari útgávu: “Fest títt eyga á Jesus.”

Talan er um ein alkendan sálm, sum kallar okkum at venda okkum til Jesus, lyfta eyguni burtur frá tí, sum órógvar og tyngir, og festa tey á Hann. Sangurin varð tikin upp á Nýggjársleguni í januar, har fleiri enn 200 ung savnaðust um evnið “Friður.”

Lovsongur í myrkrinum – hóast blind
Sálmurin, ið verður sungin av kristnum um allan heim, varð skrivaður av Helen Howarth Lemmel í 1918, ið annars yrkt meira enn 500 sálmar.

Tað serliga í hennara lívs- og trúarsøgu er, at hon gjørdist blind, og at maðurin – vegna sjúkuna – fór frá henni. Men júst í hesum myrkrinum – í sorg og sviki – birtist boðskapurin, sum vit syngja í dag.

Her síggja vit av sonnum: hóast eyguni gjørdust kám og Helen misti sjónina, kundi hon framvegis festa síni andligu eygu á Hann, sum er ljós heimsins – Hann, ið við dýrd síni troystar og gevur teimum frið, sum ganga undir tungum byrðum.

LES EISINI  Lærusveinaskapur

“Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu” (Matt. 11, 28)

Serstøk føroysk útgáva:
Tá vit fóru undir at geva sangin út, setti eg meg í samband við Hilmar Jan Hansen, ið hevur yrkt tvey av trimum ørindum til sangin. Orsøkin var, at tað tyktist torført at finna fram til, hvaðani hesi ørindini stavaðu.

Í upprunaligu útgávuni er sálmurin uppbygdur við fleiri ørindum og einum niðurlagi, ið verður endurtikið. Tað er júst niðurlagið, sum er lagið, vit syngja allan sangin til. Tað tykist sum, at hini bæði ørindini eru komin aftrat seinni, har onkur norskur ella danskur yrkjari hevur yrkt nýggj ørindi aftur at sanginum.

Í føroysku útgávuni eru hesi ørindini tó ikki bert flutt yvir í eitt annað mál: tey eru føroyskað og evnað til føroyskt mál, stev og rím. Tí kunnu vit við góðari grund siga, at talan er um eina serstaka føroyska útgávu.

Boðskapurin :
Boðskapurin er einfaldur – og samstundis djúpur: Øll heimsins gleði og glansur bliknar, tá vit lyfta eyguni og skoða dýrdina og náðina hjá Jesusi. Hann bjóðar okkum frið og gongur við okkum. Hann vendir sítt eyga til tín. Á krossinum bar Hann syndir tínar, so tú kanst eiga ævigt lív saman við Honum. Hetta er ein sigursælur og ófatiligur sannleiki – orð eru fátøk at lýsa kærleika Hansara.

Og júst hetta kallar hebrearabrævið okkum til: Leggja byrðarnar burtur, og áhaldandi festa okkara eygu á Hann og hugsa um Hann, fyri at vit ikki skulu gerast troytt og sálir okkara maktast.

LES EISINI  Bíða

1 Latum tí okkum eisini, við tað at vit hava slíkt stórt skýggj av vitnum uttan um okkum, seta av okkum eina og hvørja byrði og syndina, sum lættliga darvar, og við treysti renna tað skeið, sum okkum er fyri sett,
2 við tað at vit líta til
[1]upphavsmann og fullkomnara trúarinnar, Jesus, hann sum fyri ta gleði, sum honum var fyri sett, bar kross við toli, og virdi einki um skemd, og er setstur høgrumegin hásæti Guðs.
3 Ja, hugsið um hann, sum hevur tolt slíkt mótmæli móti sær av syndarum, fyri at tit ikki skulu troyttast og verða givnir í sálum tykkara.
(Hebr. 12, 1-3)


Sangarar og tónleikarar úr øllum Føroyum
Lovsongsbólkurin á leguni var mannaður við sangarum og tónleikarum úr øllum Føroyum og í ymiskum aldri.

Sangarar:
Anton í Liljudali
Fríðunn í Liljudali
Jóhanna Sámalsdóttir
Teitur Poulsen
Hedvig Davidsen

Gittarar:
Anton í Liljudali – kassagittari
Einar Poulsen – ravmagnsgittari
Jónas Thomsen – bassgittari
Rógvi Jacobsen – kassagittari

Rútma og stev:
Ámundur Berthelsen – slagverk
Dávid Olsen – trummur

Ljómborð og klaver:
Hallur Reynslág – Ljómborð
Salomon Skorastein – Klaver

LES EISINI  Nú vera jól

Ljóðtøkningur:
Egin Tollakson

Framleiðslan er gjørd av Antoni í Liljudali og Símuni Dam, ið eisini hevur ljóðblandað lagið.
Frumbandið (mastering) er gjørt í Fraklandi av Bruno Gruel, ið hevur vunnið grammy fyri frumbandið á lagnum “What a beautiful name” hjá Hillsong.

Leinkið til youtube: https://www.youtube.com/watch?v=2CaLGgypq2I
Spotify:
https://open.spotify.com/track/3CWDzfDLfUiCjfmmEOKdk4?si=98b68ed452b743af


[1] Á grikkskum merkir sagnorðið (ἀφοράω): Festa eyguni við áliti á

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina