Hóast mótstøðu, heldur Lola fram við at prædika

Burturrikin av familjuni, og bukað av manninum. Tað hevur kostað Lolu* nógv, síðani hon gjørdist kristin. Kortini fær hon ikki latið vera við at siga øðrum deyvum um Jesus – hon sær, hvussu stóran tørv tey hava á honum.

Tá ið Lola var lítil, datt hon av eini reiggju og smekkaði høvdið í. Hetta gjørdi, at hon misti hoyrnina og fekk trupulleikar við at tosa, og hóast foreldrini fóru til fleiri læknar við henni – eisini uttanlands, var eingin hjálp at heinta. Í Miðasia er tað vanligt hjá nógvum muslimum at trúgva, at tað at vera deyvur er orsakað av einum banni frá Allah. Hetta hildu tey eisini í familjuni hjá Lolu.

“Tá ið eg gjørdist deyv, søgdu míni skyldfók:” tú ert bannað, tú ert so bannað. Allah hevur bannað teg!” Sum frá leið, gekk tað upp fyri mær, at foreldrini hjá mær hugsaðu um mítt brek sum eina skomm fyri familjuna.

Grátur og ivi

Tað var ikki fyrr enn Lola var vaksin, at hon fyrstu ferð hoyrdi um Jesus og varð bjóðað við á møti. Alt lívið hevði hon verið burturvíst og hildin uttanfyri, orsakað av sínum breki, men í samkomuni upplivdi hon at verða fevnd, á ein hátt hon ikki hevði upplivað áður.

Í samkomuni vóru fleiri deyv, bæði menn og kvinnur, sum tosaðu og flentu saman. ”Eg gjørdist bilsin av at síggja, hvussu tey virdu hvørt annað,” greiðir Lola frá.

LES EISINI  At fylgja Jesusi sum kvinna undir Ramadan

Tá ið hon hevði gingið á møti í eina tíð, gjørdist Lola kristin:

“Fyrstu tíðina ivaðist eg nógv, og eg lá og græt um náttina og spurdi Gud, hvat eg skuldi velja – at vera ein kristin ella muslimur? Ein dagin kendi eg eina hond kína mær um hárið, ímeðan eg bað, og tað kendist, sum Jesus segði við meg: “Óttast ikki. Trúgv mær, fylg mær.”

Maðurin í øðini

Tá ið maður Lolu fann útav, at hon gekk á møti, gjørdist hann frá sær sjálvum av øði. Hann segði: “Hví gert tú tað? Tú ert asiati, tú skalt vera muslimur.” Hann bannaði og kastaði ymiskt, breyt vindeygu og oyðilegði innbúgv. Hann hølvaði eisini meg av, og eg var hjartkipt”, minnist Lola.

Hini í familjuni tóku tað eisini illa upp, at Lola var vorðin kristin. Hon var longu roknað sum ein skomm fyri familjuna, tí hon var deyv, og hetta gjørdi ilt verri.

Tey søgdu við meg, at “nú er liðugt. Tú ert ikki longur vælkomin í føðingardag, ella tá ið familjan kemur saman annars. Fyri okkum ert tú ikki til longur.”

Trongd at prædika

LES EISINI  Í dag verður World Watch List lagdur fram. Tú kanst fylgja við her

Hóast familjan tók tað illa upp, so visti Lola, at hon mátti geva trúnna á Jesus víðari.

“Eg kendi fleiri deyv, sum livdu forfjónað lív, og eg kendi eina trongd á mær at siga teimum frá um Jesus, so at teirra lív eisini kundu broytast til tað betra” greiðir hon frá.

Lola veit, hvussu kristin verða viðfarin í Miðasia, tí hon hevur kent tað á egnum kroppi, men hon upplivir eisini, at kraftin í boðskapinum, hon hevur at bera, er alt stríðið vert.

“Eg eri ikki bangin fyri at verða tikin, tí gera tey tað, so veit eg, hví tey taka meg. Eg eri noydd at prædika og vil ikki vera bangin. Jesus er hjá mær,” sigur hon.

Tað merkir ikki, at hon ongantíð missir mótið, men tá ið hon er mest mótfallin, so finnur hon styrki í at hugsa um tað, sum Jesus mátti tola, tá ið hann varð krossfestur – og hon upplivir eisini, at Jesus heilt ítøkiliga gevur henni mót og kraft av nýggjum og hjálpir henni ígjøgnum truplu støðurnar.

Tað er ikki altíð, at eg eri sterk, men tá ið eg eri veik, so hjálpir Jesus mær”, sigur hon.

Gevandi felagsskapur

Open Doors stuðla deyvum í Miðasia við ymsum átøkum. Okkara partnarar halda skeið í teknmáli, bjóða yrkisútbúgvingar og syrgja fyri tryggum støðum, har deyv kristin kunnu hittast, tosa saman og eggja hvør øðrum. Hesi støðini eru eisini ætlað til, at tey fáa hvílt seg har.

LES EISINI  Framløga í Havn av World Watch List 

“Sum deyv kvinna havi eg brúk fyri at vera partur av onkrum. Eg havi brúk fyri fólkum at tosa við og at luta mítt lív við,” leggur Lola áherðslu á. Við at finna ein lítlan bólk av kristnum kvinnum at hittast við, lærdi Lola ymiskt nýtt, so sum teknmál og at lesa og skriva. “Vit fingu eisini ymsar førleikar, sum gjørdu okkum førar fyri at vinna okkara egnu pengar. Eg møtti veruliga sonnum kærleika frá hesum kvinnunum,” sigur Lola. Eitt av tí, sum gjørdi Lolu allarbest, við at vera partur av hesum bólkinum við øðrum deyvum kristnum, er, hvussu hon nú sær seg sjálva. “Eg síggi meg vanliga, og ikki sum samfelagið sær meg – sum sjúka.

Nú dugi eg als ikki at ímynda mær eitt lív uttan felagskapin við teimum deyvu.  

* broytt av trygdarávum.

Bið

• Bið um, at foreldrini hjá Lolu koma til trúgv.
• Bið um, at maður Lolu, sum er muslimur enn, fær dirvi at venda við
• Bið fyri Lolu, tá ið hon sigur øðrum frá um Jesus.

Kelda: OpenDoors Føroyar

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina