Hotel Ørkin er væl vitjað
Síðstu árini hava nógv ferðafólk vitjað Ísland. Mongu gistingarhúsini og ferðavinnan hava notið gott av gestunum.
Eitt av gistingarhúsunum í Reykjavík er Hotel Ørkin, føroyska sjómansheimið.
Vit hava hitt leiðarin Sabrinu Bluhm, og spurt um Ørkin er væl vitjað og hvussu útlitini eru fyri hetta árið?
Hon svarar: – Hóast tað sær út til at ein ávísur stígur er komin í ferðavinnuna í Íslandi, so fegnast vit á Hotel Ørkini um góða gongd. Januarmánaði var slakur, men í februar og mars hevur verið væl av gestum, og vit hava nógvar bíleggingar frá apríl og út á heystið!
– Tað eru bæði einstaklingar og pør sum gista á Ørkini. Vit hava eisini bólkar frá londum sum Belgia, Týsklandi og Italia. Tað er lættari við bólkum, tí teir gista sum oftast í nakrar dagar, meðan einstaklingar gista í ein ella tveir dagar, sigur hon.
– Hvussu nógv kømur hava tit? – Vit hava 10 dupultkømur og 10 kømur har fýra kunnu gista. Øll hava vesi og brúsu. Harafturat leiga vit íbúðina út, sum hevur tvey kømur við tveimum seingjum í hvørjum. Har er køkur og stova í einum. Har er øll vanlig køksútgerð, so fólk kunnu gera sær mat. Harafturat er gongd og baðirúm. Íbúðina leiga vit út í minst lagið í tvær nætur, sigur Sabrina.
– Vit hava enn tøk kømur í summarhálvárinum, men so mugu fólk skunda sær, tí tað koma støðugt bíleggingar. Tað er serliga galdandi um bólkar ætla at gista á Ørkini, sigur hon.
– Til stuttleikar kann eg nevna, at longu nú eru øll kømur bíløgd til ávísar dagar í august 2026. Tá verður sólarmyrking, og hon hevur stóran áhugað. Tí hava ferðaskrivstovur bílagt alt hotelið í góðari tíð, sigur Sabrina Bluhm.
Vælkomin at fara inn á heimasíðuna: www.hotelorkin.is Har ber til at bíleggja kamar ella íbúð.
Til ber eisini at senda teldupost á info@hotelorkin.is ella at ringja á 00354 5680777 og spyrja eftir kamar ella íbúðini.
Vælkomin á Hotel Ørkina, sum stendur væl fyri miðskeiðis í Reykjavík!