Hugnaløta fyri sjómansfamiljum
Kristi himmalsferðardag skipaði Føroyska Sjómansmissiónin fyri einum nýggjum tiltaki á økinum við Leguhúsið í Nesvík.
Lýst varð við eini hugnaløta fyri sjómansfamiljur millum klokkan 14 og 17. Tá kundu børn og vaksin spæla á økinum, á hoppupútini, sigla við bátum, spæla bólt og annað. Grillin var tendrað, so fólk kundu grilla mat, tey høvdu við, og eta hann úti ella inni í gongini. Sjómansmissiónin bjóðaði kaffi, te og kaku.
Klokkan 16.15 vitjaði gyklarin Ásbjørn Berthelsen. Tað var undrunarvert og stuttligt, bæði hjá børnum og vaksnum.
Til seinast varð sálmurin “Gakk tú tryggur fram við góðum treysti” sungin og Faðir vár biðið.
Stimbrandi løta
Fyriskipararnir vistu ikki hvussu nógv fólk komu, tí hetta var fyrstu ferð bjóða var til tílíka løtu. Veðrið var ikki av tí besta og so var nógv annað á skránni samstundis. Tey fegnast um, at umleið 30 fólk møttu til hugnaløtuna. Bæði børn og vaksin hugnaðu sær og høvdu eina stimbrandi løtu saman. Tað var eisini endamálið.
Í trúnni á Jesus kunnu bæði børn og vaksin biðja: Faðir vár og syngja: Gakk tú tryggur fram við góðum treysti.