Hugnaløta fyri sjómansfamiljur

Hjartaliga vælkomin til hugnaløta fyri sjómansfamiljur, Kristi himmalsferðardag, 29. mai kl. 14.00 – 17.00.

Hugnaløtan verður á økinum við Leguhúsið í Nesvík.

Børnini kunnu spæla á økinum og sigla við bátum – undir eftirlitið av teirra avvarðandi.

Høvi verður at grilla mat, sum familjur hava við.

Sjómansmissiónin bjóðar kaffi og te.

Kl. 16.30 vitjar gyklarin Ásbjørn Berthelsen.

Viðrar ikki at verða úti, verður hugnaløtan inni.

Hjartaliga vælkomin!

Føroyska Sjómansmissiónin

LES EISINI  Tarajoq á veg á sín fyrsta summartúr
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina