Húsarhald

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Nútíðarsamfelagið er vorðið eitt brúkarasamfelag. Sjónvørp, teldur, teldlar og snildfonir eru við at vera hvørsmansogn, og við eittans stroki ber til at hava allan heimin av undirhaldi framman fyri sær, ella hvat ið nú stendur okkara hjarta næst. Ikki er longur neyðugt at sita í sofuni ella hava ein leidning fastan í nakrastaðni. Nei, frælsið er nógv størri enn so. Tú kanst stroyma tínar yndissangir og yndissendingar, meðan tú gongur úti í náttúruni, ella meðan tú koyrir bil. Inni í heiminum kunnu kona, maður, sonur og dóttir sita við hvør sínari talgildu eind við hvør sínum oyrnaproppum og hyggja ella lurta eftir júst tí, teimum dámar best.

 

Elinborg Osvaldsdóttir skrivar:

 

Framstig eru at fegnast um. Tó kunnu flestu okkara skriva undir uppá, at hesar eindirnar kunnu vera sannir tíðartjóvar. Knappliga hava vit sitið nógv longri, enn vit høvdu ætlað okkum, og nú náa vit ikki alt, sum vit høvdu sett okkum fyri.

Húsarhaldini í dag eru flestøll merkt av nýggjari tøkni. Men hvørja ávirkan hava hesir frálíku hentleikar? Øllum kunnugt eru ymiskir partar av einum húsarhaldi, sum skulu fáast frá hondini. Ein vanligan dag skulu vit reiða songina, eta morgunmat, rudda av, vaska upp, fara til dagsins gerning, gera døgurða, rudda av, vaska upp, dustsúgva, vaska klæði, heingja upp á snór – ája, fyrst mugu klæðini frá í gjár niður av snórinum – leggja saman, leggja upp á pláss, og so er myllan bert komin hálvan veg runt. Tey, sum kenna til at vera einsamøll um húsarhaldið, vita, hvussu nógvan mun tað ger, bara at ein aftrat hjálpir til. Og eru fleiri, ja, so gongur jú alt so nógv lættari.

Eisini Bíblian tosar um húsarhald, og eins og í einum vanligum húsarhaldi eru uppgávurnar nógvar og fjølbroyttar í Guds húsarhaldi. Gud hevur givið okkum øllum minst eina talent í part, og við tí gávuni fylgir ein ábyrgd.

Av og á havi eg varhugan av, at kristiligt arbeiði verður bólkað undir frítíðarítriv, nakað sum okkara samfelag næstan krevur av okkum, tí fólk flest arbeiða fulla tíð, antin vit verða noydd ella vit av fríum huga velja tað. Harnæst kemur familjan og kanska vinfólk. Og síðani kristiligt arbeiði saman við bindiklubbum, innandura fótbólti, ella hvat annað nú kann vera.

Men Guds ríki er ikki ein app, sum vit kunnu velja frá ella til. Tað er ikki ein rás, sum vit kunnu tendra og sløkkja alt eftir, hvørjum hýri vit eru í. Vit kristnu mugu rakna við, skulu vit stríða hitt góða stríðið og standa við, tá ið alt er vunnið. Lofta møguleikanum at tæna, tá ið tú fært hann. Sjálvsagt kunnu vit ikki játta okkum at vera upptikin 80 tímar um vikuna eftir arbeiðstíð. Men soleiðis sum tað sømir seg. Allur bati bøtir, og saman kunnu vit gera eina túgvu til eina rúgvu.

Tað er álvarsamt at vera eitt Guds barn. Kenna vit ábyrgd at virka í víngarðinum har, ið vit eru sett?

Tað er ikki líkamikið, hvussu júst tú raðfestir tína tíð. Bið Gud vísa tær á tín teig í víngarðinum, og virka har við trúfesti. Bert soleiðis kemur lív títt at bera signing bæði loddrætt og vatnrætt, men einamest fert tú at kenna tað í hjartanum. Tað er gott at tæna Harranum. Honum, sum hevur givið tær alt. Skylda vit ikki honum tað?

 

Greinin varð prentað í Trúboðanum nr. 4/2015