Hvar skal eg vera?

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

So fór hetta summarið at halla. Vekjarin, sum helst eisini hevur verið í summarfrí, má verða tikin framaftur. Vit skulu aftur liva eftir eini klokku – og hetta skiftið ímillum arbeiði og hvíld man helst vera longst sum best.

Saman við arbeiði, skúla og barnagarði byrja eisini øll frítíðarítrivini. Henda tíðin kann vera lagalig til at gera sær nakrar tankar um, hvussu vit vilja býta okkara tíð sundur ímillum arbeiði, frítíð og virkan í Harrans víngarði.

Kanska eru vit tey, sum hava fingið nógvar talentir, og tí eru ógvuliga virkin í víngarðinum. Onnur kenna seg aftur í tí húskallinum, sum bert hevði fingið hina einu talentina, og av hesum sama skammast við ikki at vera eins dugnalig og hini við teimum nógvu talentunum og grava hesa einu talent niður í jørðina.

Tað er ikki altíð lætt at raðfesta. Eru vit tey, sum ongantíð rætta hond frá síðu, tí vit ikki halda, at vit kunnu virka nakað fyri Guds ríki, so eru vit neyvan á rættari kós. Eru vit hinvegin tey, sum ongantíð eru heima, tí at vit eru so virkin í Guds víngarði, so eru vit neyvan heldur á rættari kós.

Guds orð biður okkum søkja Guds ríki fyrst, so skal alt hetta verða givið okkum umframt.

Uttan mun til, hvussu nógvar talentir, vit hava fingið, so ræður um at vera trúgvur í tí lítla, tí tá fáa vit nógv litið til. Tað er týdningarmikið, at hetta er ein persónlig søk ímillum tann einstaka og Gud. Tó er hetta viðhvørt lættari sagt enn gjørt. Viðhvørt kunnu tankar leita til okkara, sum siga okkum, at vit mugu hetta og hatta, tí tað verður væntað av okkum. Um vit játta okkum til eina uppgávu undir hesum fortreytum, at tað verður væntað av okkum, so fylgir gleðin ikki við. Øðrvísi er, um vit kenna kallið, og undir Guds leiðslu fara undir eitthvørt. Tá fylgir bæði gleðin og signingin við uppgávuni. Vit mugu tora bæði at siga ja og nei til eina uppgávu. Ert tú ein hond, ja, so kanst tú ikki virka sum ein fótur. Allir limirnar á likaminum hava hvør sína uppgávu, men allar uppgávurnar eru eins týdningarmiklar. Ikki minst er hetta týdningarmikið hjá leiðslum at minnast til, hóast tað til tíðir kann tykjast tungført at fáa uppgávurnar gjørdar. Ein og hvør má í sínum egna hjarta seta sær fyri at finna sín teig í víngarðinum, soleiðis at hann kann vaksa og blóma. Má Gud hjálpa okkum at vísa okkum á, hvar okkara teigur í víngarðinum er. Og má Gud hjálpa okkum at røkta henda teig væl, so at hann, tá ið dagsarbeiðið er av kann siga við okkum, at: “Tað var væl gjørt, tú góði og trúgvi húskallur! Tú vart trúgvur yvir lítlum, eg vil seta teg yvir nógvum. Far inn til gleði Harra tíns!”

Elinborg Osvaldsdóttir, Syðrugøtu