Hvat er Tefillin?
Tefillin eru bønareimar við tveimum smáum kistlum. Í kistlunum eru skriftbrot úr Bíbliuni: 2. Mósebók 13,1–10 og 11–16; 5. Mósebók 6,4–9 og 11,13–21.
Tefillin verður fest á pannuna og á vinstra arm. Bønareimarnar verða bundnar soleiðis, at tær mynda bókstavirnar Shin og Daled. Reimarnar verða lagdar um longutong og mynda ein knút, sum líkist bókstavinum Yud. Til samans verður hetta navnið á heilaga navni Guds: Shaddai.
Reimin verður løgd tríggjar ferðir rundan um longutong, og minnir soleiðis um trífalda lyftið Guds til Ísrael: “Eg man festa mær teg um ævir í rættvísi og rættlæti, í kærleika og miskunnsemi; eg man festa mær teg í trúfesti, og tú skalt kenna Harran.” Hós 2,19–20.
Tað eru bara mannfólk, ið brúka tefillin. Hann verður brúktur á vanligum gerandisdøgum í morgun- og kvøldbøn. Á sabbatinum og halgidøgum verður hann ikki brúktur, tí hesir dagar eru í sjálvum sær ein áminning um Gud.
At brúka tefillin merkir, at Guds orð skal vera okkum nær — bæði í huga, orði og verki.
Henda siðvenja kemur frá 5. Mósebók: “Tú skalt binda tey sum tekin á hond tína og hava tey sum áminningarmerki á enni tínum.” 5 Mós 6,8.
Høvuðspresturin hevði eisini ein bíbilskan tekst á pannuni: “Framvegis skalt tú gera spong av skírum gulli og rista á hana eins og innsigli verða rist: «Halgaður Harranum», og við tráði av bláum purpuri skalt tú festa hana við vavhúgvuna; frammantil á vavhúgvuni skal hon vera.” 2 Mós 28,36–37
Hetta hevur týðandi gudfrøðiliga frágreiðing. Fyri alt Guds fólk snýr tað seg um, at okkara hugsanir, huglag, val og gerðir verða merkt av góðu skipanum Guds — ikki bara eina ferð um vikuna, men hvønn dag.
Summi hildu seg vera meira heilag og gudilig við at gera bønareimarnar størri. Men hetta avdúkaði Jesus, tá ið hann segði: “Og allar gerðir sínar gera teir, til tess at teir kunnu verða eygleiddir av monnum; tí at teir breiðka um minnisreimar sínar og økja um duskarnar.” Matt 23,5
Alt snýr seg um, hvat tú ber í hjartanum. Vit skreytprýða okkum við krossum, biðja langar bønir, geva gávur og lesa trúarjáttanina. Men sálmaskaldið sigur tað so rámandi: “Eg orð tíni goymi í mínum hjarta, fyri at eg ikki skal synda móti tær.” Sálm 119,11.
Kelda: Bladet Evangelisten.
Ásbjørn Jacobsen


