Hvat er umvending?

“Eitt møti við Jesus broytir alt.” Soleiðis lýsir sangarin tað at gerast ein kristin. Ja, stórar broytingar henda veruliga við einum menniskja, sum verður frelst!

Bíblian brúkar ymisk heiti fyri at lýsa ta broyting, sum hendir. Eitt tað týdningarmesta orðið er umvending. – Vend um! – Umvendið tykkum! Soleiðis talar Bíblian ofta.

Men hvat meinar Bíblian við umvending? Hvat er tað í veruleikanum, sum hendir, tá eitt menniskja vendir um?

Bíblian brúkar tvey ymisk orð fyri umvending. Tað fyrra orðið merkir í veruleikanum “at skifta sinn”. Umvending er sinnisbroyting. Tú broytist innanífrá. Tankar, áskoðanir, hugburðir, sjálvt lívið verður nýtt. Umvending hevur nakað við hjartað at gera.

Hitt orðið merkir “at broyta kós”. Hetta fevnir um lívsins útsíðu. Umvending er at broyta kós. Ein livir ikki longur, eins og ein gjørdi áður. Tað gamla lívið er liðugt. Ein hevur fingið nýtt lív og ein nýggjan lívshátt.

Umvending er samanseting av hesum báðum. Nakað nýtt á innsíðuni. Nakað nýtt á útsíðuni.

Nú er tað lætt at leggja dent á tað eina, og gloyma ella fjala hitt. – Tað er hjartað, tað snýr seg um, siga nøkur. Ikki tey ytru viðurskiftini. Ikki hvussu vit liva.Tey kunnu hava góðar ætlanir, tey sum tosa soleiðis.

LES EISINI  Heilagi Andin

Men hetta er vandamikil háttur at málbera seg. Ein kann lætt avbyrgja gudslívið til “fjalt lív í hjartanum”, uttan at tað fær fylgjur fyri tað veruliga lívið. Ja, ein kann harafturat brúka tílíka málbering til at verja ivasama lívsførslu og synd!

Men ein grøv er eisini hinumegin. Ein verður so upptikin av teimum ytru viðurskiftunum, spurningum um rætt og skeivt, alt ein skal gevast við, og alt ein skal byrja við, at alt til endans snýr seg um moral og lívshátt.

Ei heldur hetta verður rætt! Tú kanst venja eina apu til at bera seg at, sum menniskju gera. Men ein apa verður ikki eitt menniskja av teirri grund. Hon er fødd apa. Og tað heldur hon fram at vera.

Í umvendingini gevur Gud okkum lut í tí mest virðismikla av øllum: Sjálvum gudslívinum!

 

Til umhugsanar…
Umvendingin er ikki mannaverk. Umvendingin er Guds verk. Tí biður Jeremia soleiðis til Harran: “Snúgv mær aftur, tá vendi eg við, tí at tú ert Harrin, Gud mín” (Jer 31,18).

 

LES EISINI  At trúgva við hjartanum og játta við munninum

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina