Hví prædika?
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
Herfyri var eg til eina stevnu, sum hevði sett spurningin: ”Hvat er góð prædika”? Sera spennandi stevna um ein sera viðkomandi spurning. Men tað var ein annar spurningur, sum mól í bakhøvdinum á mær undir stevnuni, og tað var spurningurin: ”Hví prædika í heila tikið”?
Frans av Assisi fær ofta skotið í skógvarnar, at hann hevur sagt: ”Prædika, nýt orð um neyðugt”. Og nógv munnu helst ofta hava goymt seg handan hesa umbering. Eg havi, í hvussu er. Tað er onkursvegna minni stoytandi at halda munn og so royna at ”prædika” við sínari lívsførslu. Men gleðiboðskapurin má prædikast við orðum, meðan trúvirðið verður prógvað við gerningunum. Bæði eru neyðug – eisini orðini!
Óansæð hvussu lítið umhildið tað man vera at prædika, tí fólk halda ikki, nakar kann koma við sannleikanum. So er tað onki minni enn júst tað, vit kristnu er kallaði til. Tó á sera ymiskan hátt. Neyðugt kann tí vera at deila upp í ymisk løg av prædiku. Vit kunnu kalla fyrsta lagið fyri ’gerandisprát’, har kristin prædika har, vit eru. Næsta lagið kunnu vit kalla ’ymiskar leikpallar’ og er hetta til dømis bloggar og bløð ella smábólkar og kjakkvøld. Øðrvísi tiltøk um trúgv, sum eru opin og atkomulig hjá øllum, óansæð trúarstøðu. Síðsti bólkurin er so tað, vit vanliga skilja við prædiku, so sum í guðstænastum ella á møtum. Men hví prædika? Eg vil her nevna tvær grundir.
Fyrsta grundin er, at tað er nakað ólekjandi galið við mínum innasta – hjartanum – ikki pumpuni, men tí bíbilsku fatanini av hjartanum, sum alt menniskjað. Hugsa um tað! Hví, er nakað galið í heiminum? Og hví er nakað galið heima hjá tær? Hví er alt ikki bara gott? Tann veruligi fíggindin er ikki á útsíðuni, men er innaní! Tískil er heldur ongin ytri skipan, politisk, forsorgarlig ella sálarlig, sum kann yvirvinna tann innara fíggindan. Her mugu kristin ikki smæðast at fortelja um syndina sum veruligu orsøkina til líðing og óndskap. Tó uttan, at hetta einfaldast til, at tað altíð er tætt samband millum til dømis sjúku og synd.
Onnur grundin er eisini ein, sum ongin annar prædikar. Boðskapurin um Jesus Kristus, sum hevur alt vald í himli og á jørð. Men sum ikki vísti sítt vald við at týna allan óndskap og djevulin sjálvan, men hevur víst tað ígjøgnum líðing og deyða. Bara við sínum deyða, kundi Jesus vinna á tí veruliga fíggindanum – syndini! Um Jesus skuldi vunnið á syndini við at nýtt sítt vald, so hevði tað eisini rakt meg og hevði tað verið úti við hvørjum einasta av okkum, tí fíggindin er jú innaní. Ístaðin læt Jesus sítt lív, so vit kunnu fáa lív við honum. Við Jesusi sóu vit hansara ríki koma nær. Hann fyrigav syndir, grøddi og gjørdu tey deyðu livandi. Har Jesus er, vinnur kærleikin á hatrinum, friðurin vinnur á stríðnum og gleðin vinnur á beiskleikanum.
Lat okkum slíta okkum leys frá Assisi og ístaðin taka á okkum Paulusar boðskap um at búgva út hvønn annan, so at vit gerast fullbúgvin til at gera tænastu – eisini orðsins – so meinigheitin verður uppbygd.