Hvønn skulu vit fara til?
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
Hvønn skulu vit fara til, tá ið dómadagsserfrøðingar mála bláu planetina svarta við grønum pensli? Okkara gongustjørna er so móð, at hon orkar ikki at endurskapa seg sjálva í mun vistfrøðilig viðurskifti. Eftir sjey mánaðir er hon longu so lúgvað, at hon sveimar í leysum lofti og heldur luftini fram til ársskiftið. Hóast knøtturin ikki fær eina nýggja byrjan, so byrja mátingarnar av nýggjum. Jørðin eigur einki lyfti, men hon hevur mong altjóða nýggjársynski.
Einki
Hvønn skulu vit fara til, tá ið sjónvarpið vísir oyðandi skógareldar í ljósum loga, floymandi vatnflóðir og jarðskjálvta, ið leggja býir, bygdir og lív í oyði? Eftir óvæntaða og brádliga útlegd koma fólk aftur til sítt matr.nr. og finna snøkt sagt einki! Einki!
Ráðaloysi
Hvønn skulu vit fara til, tá ið útvarpið boðar frá ósemjum her á landi og kríggi í okkara heimsparti? Stjørnarleiðarar og politikarar klóra sær í nakkanum. Teir kvíða í ráðaloysi og duga ikki at síggja, hvar, hvussu og á hvønn hátt teir skulu møtast í mun til hvat?
Hitabylgjur
Hvønn skulu vit fara til, tá ið ferðafólk, ið leita eftir sólini eru um at smelta av henni í methøgum hitabylgjum sunnanfyri?
Fjallið
Ísfjøll kunnu reka av leið, men hvønn skulu vit fara til, tá ið vit møta okkara óvikandi fjallið? Tá ið persónligar relatiónir brotna, og einki gevur meining? Tá ið vit hvørki duga at síggja sólina rísa ella seta?
1000
Hvønn skulu vit fara til, tá ið sorgin vitjar, og 1000 spurningar hópa seg upp? Hvat gjørdi eg galið? Hví skuldi hetta raka meg og ikki onkran annan? Hví fekk eg allar trupulleikarnar? Samstundis meta summi, at tann einstaki tó ikki eigur allar trupulleikarnar, tí teir eru útlutaðir til mong onnur.
Barnatrúgvin
Hvønn skulu vit fara til, tá ið vaksin fólk vraka sína barnatrúgv og vilja fara burtur frá Jesusi?
Vilja tit eisini rýma?
Í Jóh. 6 rýmdu fleiri av Jesu lærusveinum og ferðaðust ikki longur við honum. Jesus segði tá við teir tólv: “Vilja tit eisini fara burtur?
Símun Pætur svaraði honum
“Harri, hvønn skulu vit fara til? Tú hevur orð hins æviga lívs; og vit hava trúð og vita, at tú ert hin heilagi Guðs.” (Jóh. 6,68)
Far til Jesus
Í Guðs orði og í Jesusi eiga vit alt. Vit eiga ein heilt annan boðskap, sum heimurin hvørki eigur ella skilur. Hesin heimur sendir sínar jarðisku hitabylgjur frá heilt aðrari bylgjulongd. Tá er gott at vita, hvønn vit altíð kunnu fara til, og hvar vit kunnu fara í øllum lívsins viðurskiftum. Nýggi Sáttmálin gevur okkum meiri ljós yvir orðið, har tað stendur: “Harri, hvar við skulu fara? Tað er títt orð, sum gevur okkum ævigt lív.”
Ótti og stúran
Tvey afturvendandi orð í okkara tíð eru stúran og ótti, men vit eiga ikki at stúra. “Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Guð í ákallan og bøn við tøkk, og Guðs friður, sum ber av øllum viti, skal varðveita hjørtu tykkara og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.” (Fil. 4,6-7)
Fyrst og fremst
“Søkið fyrst Guðs ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða givið tykkum umframt. Stúrið tí ikki fyri degnum í morgin; tí at morgindagurin man stúra fyri sínum egna. Hvør dagur hevur nóg mikið í síni plágu. (Matt. 6,33-34)
Ber tað til Jesus í dag
Er títt hjarta troytt á tungum vegi?
Ber tað til Jesus, ber tað til Jesus.
Tykist sorgin stór, er deyð tín gleði?
Ber tað til Jesus í dag.