Hvør er okkara næsti?

Kristian Martin Petersen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Fyri 20 árum síðani fluttu vit heim aftur til Føroya eftir lestrartíð í Keypmannahavn. Umframt lesturin og arbeiðið var eisini nógv annað at læra í einum stórum býi, sum Keypmannahavn er.

Í døgunum eftir 11. september 2001, tá ið terrorálop vóru í New York og aðra staðni í USA, var stemningurin spentur í Keypmannahavn, og nærum øll hugdu aftur um seg í bussinum, tokinum og almenna rúminum sum heild. Álitið á hvønn annan fekk eina avbjóðing, tí heimurin var broyttur eftir einari løtu.

Meðan vit búðu í Danmark plagdi eg hvønn fríggjadag at keypa blómur at hava heim við. Hesar keypti eg antin á jarnbreytarstøðini í Vanløse, har vit búðu, ella í gøtuni har nærhendis. Ein handilsmaður úr Miðeystri seldi blómur, men eg prátaði ongantíð við hann, rindaði bara og hastaði víðari. Hendan fríggjadagin í vikuni, álopini vóru, setti eg mær fyri at práta við blómuhandlaran – eg var sannførdur um, at sama hvussu hansara støða var til danska samfelagið, so hevði hann ikki ábyrgd av álopunum í USA. Spurdi tí, hvussu tað var at vera muslimur í Danmark, nú allur heimurin var í andaleypi – so flenti hann og segði:

– Tú heldur helst, at eg eri muslimur, tí eg komi úr Miðeystri. Eg eri kristin, og okkara familja hevur verið kristin í nógv ættarlið. Av tí sama eru vit eisini flýdd, og vit royna at fóta okkum her í deiliga Danmark, her hava vit tað gott.

So fingu vit eitt prát um Jesus – fyri mær eitt óvæntað prát. Eg royndi bara at vera vinsælur, meira vinsælur enn vanligt, tí eg væntaði, at hann fekk ákoyringar frá teimum, sum løgdu øll fólk í Miðeystri í eina og somu kurv, tí tey vóru hildin at vera yvirgangsfólk.

Í fyrstu vikuni í mai í ár hava konan og eg hildið feriu í Keypmannahavn. Hava vitjað – fyri okkum – nýggj støð, hóast vit áður hava búð í býnum. Hava nú verið “kanalrundfart” sum aðrir turistar – og tann mest minniliga ferðin var á Vesterbro og har um leiðir – ferðaleiðari var ein, sum arbeiðir hjá Gadens Stemmer. Tað er ein felagsskapur, hvørs ferðaleiðarar sjálvir hava livað á gøtuni – á skuggasíðuni, tí veruligu skuggasíðuni. Vit viðmæla at fara hendan túrin, um høvi býðst.

Eigi eg ein næsta, sum fordómsfrítt hevur tørv á at kenna eitt kel á kjálkanum?

Ferðaleiðarin hjá okkum er ein kvinna, 43 ár, sum var uppvaksin í einari danskari ríkmansfamilju uttan umsorgan ella kærleika. Børnini kendu seg ikki vird og elskað. Hon livdi eitt lív við hørðum rúsevnum, arbeiddi sum skøkja, er illa viðfarin av “kundum”, og hevur verið í fongsli fyri kriminalitet. Tó hevur hon fótað sær – og ein týðandi partur av hennara bjarging er at finna í kærleiksgerningum, sum tvær eldri kvinnur gjørdu móti henni. Hetta var á almennu wc’num undir Vesterbro Torv, har túrurin eisini byrjaði. Har, júst har, møtti hon á fyrsta sinni sonnum kærleika og umsorgan. Hesar kvinnurnar hildu vakt á wc’num, men tær høvdu ongar fordómar. Tær sóu kvinnuna inni í – ikki hana, sum rúsaði seg og stjól.

Ferðaleiðarin greiddi frá, at har niðri undir torginum føldi hon fyrstu ferð, at onkur kelaði hana um kjálkan – og klemmaði hana. Hvørjaferð hon kom niður undir – antin at fáa frið eina løtu ella hita seg, so fekk hon eitt klemm og kendi seg elskaða. Tað kostaði ikki pengar, at tær vóru vinsælar móti henni.

Hon helt fram at liva á gøtuni nógv ár eftir hetta, men hon hevði fingið ein spíra av vón – tí verulig menniskju vóru til, og kærleikin var sannur.

Eftir drúgva viðgerð hevur ferðaleiðarin nú fótað sær, og enn í dag hevur hon samband við sínar eldri vinir, sum vístu henni sannan kærleika. Tær vóru hennara næsti – mitt í hennara tilveru á skuggasíðuni.

Í 1940 komu tíggjutals flóttarfólk til Føroya. Hesi komu úr Noregi. Flestu okkara minnast hetta ikki, men eitt sindur hava vit hoyrt um hesi í almenna rúminum. Eg væntaði ikki, at flóttarfólk úr Evropa aftur fóru at leita hendan vegin. Men nú í vár eru ukrainsk flóttarfólk komin til landið. Hesi eru eisini okkara næsti.

Eigi eg ein næsta, sum fordómsfrítt hevur tørv á at kenna eitt kel á kjálkanum?

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina