Hvør er prestur, Putins, Kirill?

Hvør er presturin, ið gjørdi innrás Putins til eitt heilagt kríggj?

Sum ungur var ættarfaðirin, Kirill, ein tann mest frælslynti og broytingarvinarligi presturin í Russlandi. Í dag signar 75 ára gamla russisk-ortodoksa yvirhøvd Russlands kríggj Putins í Ukraina. Hann er myndaður av fyrrverandi Sovjetsamveldinum og sær vestliga siðmenning sum kavrotin.

Sum ungur varð ættfaðir Russlands lastaður av konservativum russiskum bólkum fyri at vera ov frælslyntur. Gudfrøðiligi háskúli hansara í Minsk, eftir at Sovjetsamveldið fall, varð sæð sum eitt tað mest opna og broytingarvinarliga í ortodoksa heiminum. Hann var nær evropeisku kirkjuleiðarum og samskifti nógv við teir. Og hann tók stig til eitt slóðbrótandi skjal um viðurskifti kirkjunnar til framkomna samfelagið, sum í nútímans máli førdi fram kirkjunnar rætt til at seta seg upp ímóti valdsharrunum, um teir gjørdu seg inn á kristin virðir.

Í dag er 75-ára gamli Moskva-ættfaðirin, Kirill, alt annað enn frælslyntur: Hann hevur fagnað autoritera leiðaran, Vladimir Putin, sum eitt undur Guds og signað russisku innrásina í Ukraina 24.februar, ið hevur ført til slátran av vanligum borgarum í túsundatali og ringasta flóttafólkastreym Evropas síðan Annan Heimsbardaga.

Kirill og Putin

Felagsskapurin millum leiðaran í russisk-ortodoksu kirkjuni, ættfaðirin, Kirill frá Moskva og Vladimir Putin tók dik á seg í umleið 2012, tá Putin varð valdur sum forseti á triðja sinni..

“Mátti Harrin varðveitt russiska landið… Eitt land, ið nú fevnir um Russland og Ukraina og Hvítarussland og aðrar ættarbólkar og fólk,” segði Kirill í eini sunnudagsgudstænastu tríggjar dagar eftir innrásina og kallaði mótstøðufólk Russlands fyri “óndar kreftir”.

“Mátti Harrin varðveitt russiska landið… Eitt land, ið nú fevnir um Russland og Ukraina og Hvítarussland og aðrar ættarbólkar og fólk,”
Kirill

Hvør er maðurin við gráa skegginum, stásiliga høvdaprýðinum og teimum samankrympaðu eygunum, ið ofta er at síggja lið við lið saman við Putini? Hvat er tað, ið rekur hann?

“Heimurin er býttur sundur í eina eystliga og eina vestliga tjóðmentan, tann eystliga er við yvirlutan, og tann vestliga er kavrotin, spilt og forfallin. Tað er ikki bert propaganda, hann er sannførdur um, at tað veruliga er so.”

Demokrati ella fólkastýri sæð sum ein lógleys fløkja
Kirill varð borin í heim sum Vladimir Mikhajlovitj Gundjajev í Leningrad – í dag Sankta Pætursborg – í 1946. Eldri beiggi hansara, pápin og abbin vóru eisini prestar, og abbi hansara varð sendur í eina av Gulag-revsilegum Sovjetsamveldsins vegna mótstøðu sína móti pro-kommunistisku kirkjuni. Ungi Vladimir starvaðist sum teknari av landakorti, áðrenn hann byrjaði á prestaskúlanum. Sum munkur tók hann navnið, Kirill eftir ein av halgimonnunum, ið vóru við til at birta upp undir byrjanina til tað kyrilliska alfabetið. Hann gjørdist biskupur í 1976, erkabiskupur eitt ár seinni, metropolit í 1991 og í 2009 valdur sum ovasti leiðari fyri russisk-ortodoksu kirkjuna, eitt av heimsins størstu kirkjusamfeløgum eftir katólsku kirkjuna.

Hann er ongin andaligur leiðari og hevur aldri sjálvur ment nakra gudfrøði, men heldur er hann ein dugnaligur politikkari, ið nýtir verðsligar grundreglur til kirkjuleiðslu og hevur gjørt ta russisk-ortodoksu kirkjuna til ein væl riknan stovn, sigur Alexander Agadjanian, granskari við Jerevan Statsuniversitet og professari á Deplinum fyri Átrúnaliga gransking, russiska Statsuniversitetið í Moskva.

Kirill tók við einari kirkju, ið varð merkt av einum risavøkstri aftaná fall ateistiska Sovjetsamveldsins. Hann var væl umtóktur, hevði í mong ár verið vertur á egnari sjónvarps-rás um átrúnaðarligar spurningar og hevði eina trúgv upp á, at kirkjan átti at hava ein virknan leiklut í russiska lívinum.

“Men sjálvt í sínum lutfalsliga frælslynta tíðarskeiði stríddist hann við at lýsa kristnu grundstøðuna mótvegis, eftir hansara tykki, ultra-frælslyntum hugsjónum sum mannarættindi, ið hann góðtók við ringum tannabiti sum nakað við kristnum uppruna, og postmodernaða relativismu, sum hann fanst hvassliga at, og sum hann ikki kundi góðtaka úr einum kristnum sjónarhorni,” sigur Alexander Agadjinaian víðari.

Atfinningarsamur
Royndir Kirills sum prestasonur í Sovjetsamveldinum gjørdi hann atfinningarsaman yvirfyri øllum, hann sá sum vinstravent, eitt nú verðsliga vestliga mentan, sum floymdi inn yvir Russland í 1990’unum. Eins og nógvir aðrir russar varð Kirill skelkaður í árunum eftir fall kommunismunnar, ið var merkt av teymaleysum brotsverkum, fátækradømi og eksistentiellum ótryggleika. Sjálvt á okkara døgum er fólkaræði eitt neiligt fatað hugtak í Russlandi, tí fólkið knýtir tað til postsovjettiska lógleysa óskilið, vísir Thomas Bremer á.

“Vit vita ikki, um hann longu sum ungur maður sá Vesturheimin sum rotnan og forfalnan. Møguliga hevur hann ikki broytt seg, men er bert vorðin meira týðiligur í síni mótstøðu,” sigur hann.

Tað oyðslusama er honum kortini ikki fremmant. Russiski mótasniðgevin, Svetalana Begovatova hevur sambært Interfax-Religion róst “góða klædnasmakki” ættfaðirsins, og sjálvur hevur hann sum metropolit av Moskva sambært Interfax-Russland lagt dent á týdningin av fagurfrøði og listfrøði í kirkjuni:

“Ortodoksi er ikki tað fátæksliga og vesæla, men tað vakra í lívinum. Ortodoksi noyðir okkum ikki at lata okkum í døkkar svartar-gráar-brúnligar litir.”

“Ortodoksi er ikki tað fátæksliga og vesæla, men tað vakra í lívinum. Ortodoksi noyðir okkum ikki at lata okkum í døkkar svartar-gráar-brúnligar litir.”
Kirill


Sambært russiskum miðlum er Kirill vorðin ómetaliga væl fyri peningaliga gjøgnum mongu árini. Í 2009 varð hann avmyndaður við einum armbandsuri við meira enn 200.000 kr virði. Tað vakti forargilsi, tá urið seinni við eftirviðgerð varð retoucherað og soleiðis tikið burtur úr myndini, men kortini kundi síggjast aftur í tí afturkastandi ljós-skugganum í blanktpoleraða borðinum, ættfaðirin sat við.

Hann verður kortini eisini lýstur sum samskiftissinnaður, og í 2016 helt hann og Frans, pávi fyrsta fund nakrantíð millum leiðararnar í russisk-ortodoksu og rómverskkatólsku kirkjuni í eini roynd at gera ein enda á túsundára gomlu ósemjuni millum hesar báðar kirkjur.

“Hann er vinarligur og áhugaður,” sigur Thomas Bremer, ið møtti Kirill tvær ferðir, meðan hann var biskupur.

“Eg mælti honum til at senda ph.d.-lesandi til mítt universitet, og hetta gjørdi hann. Hann var áhugaður at hava fólk uttanum seg, sum skilti vestliga gudfrøði,” sigur Bremer.

Kirill gjørdist kortini alt meira konservativur so hvørt sum stjórn Putins gjørdist alsamt meira konservativ, heldur Alexander Agadjanian. Samstarvsfelagsskapurin millum Kirill og 69-ára gamla Putin tók dik á seg í 2012, tá Putin varð valdur til forseta á triðja sinni. Putin byrjaði at favna russisk-ortodoksu kirkjuna – ikki neyðturviliga nakað, sum vísir á eina persónliga umvending, men heldur sum ein miðil til at fáa politiskan ágóða og fyrimunir, ofta nevnt “bleyta valdið”. Kirill, sum nøkur siga vera fyrrverandi KGB-maður, eins og Putin, fagnaði forsetanum og stuðlaði endurvali hansara í 2018 og russisku uppíleggingina í sýriska borgarakríggið. Putin stríddist samstundis fyri at lýsa Russland sum ein verji av konservativu kristnu virðunum, eitt nú við mótstøðu síni móti fosturtøku og LGBTQ-rættindi.

“Støða Kirills til einleikan millum kirkju og stat gjørdi hann til tann, hann er í dag. Fullkomiliga bundin at tí ráðandi stýrinum í landinum, og millum tey serliga innvígdu hjá Putin,” sigur Agadjanian, ið heldur, at høgi aldurin hjá ættfaðirinum er ein atvoldin til hansara hugburð:

ÚTSØGNIR FRÁ KIRILL
“Vit ynskja ikki at stríðast móti nøkrum, Russland hevur aldri lopið á nakran. … tað hevur bert vart síni mørk.”
3. mai 2022

“Vit eru farin inn í eitt kríggj, sum ikki er fysiskt, men av metafysiskum týdningi.”
6. mars 2022

“Í dag hava vit eina trúskapsroynd yvirfyri nýggju heimsskipanini, eitt slag av atgonguprógvi til “eydnuríka heimin”, heimurin av yvirnýtslu, heimurin av sjónligum “frælsi”. Vita tit, hvat henda royndin er? Royndin er sera einføld og samstundis ræðandi – tað er ein parada av gjeikarum.”
6. mars 2022

“Russisk-ortodoksa kirkjan hevur altíð roynt at geva munandi íkast til patriotisku uppalingina av landsmonnum sínum, tí hon í hertænastuni sær eitt virkið tekin av næstrakærleika gleðiboðskapsins og eitt dømi um trúskap móti høgu moralsku fyrimyndunum upp á sannleika og góðsku”
23. februar 2022

“Øvut Vesturheiminum merkir okkara fólkaræði ikki ósemja og kapping, men heldur einleiki og samljóð”
2005

“Teir hava nøkurlunda sama aldur og líknandi hugburð, hvørs høvuðsendamál er at tryggja framhaldið av hegemoniska valdinum. Hesin serliga innvígdi bólkur hevur víst aftur hvørt hugskot um broytingar ella umbøtur og heldur fast um heimsveldisligu heimsmyndina.”

Uppaldur til at tæna statinum
Ideologiin hjá Putin-stýrinim kann í dag lýsast sum ein imperialistisk konservatisma, ið vísir aftur kommunismuna, men fagnar skipanini um eitt framhald av russisk-sovjettiska imperialistiska valdinum – og hesin hóskar væl til heimsfatan Kirills, sigur russiski professarin.

Tað er ikki nýbrot í russiskari søgu, tá Kirill er so sannførdur um, at kirkjan og russiski staturin og stjórnin skulu standa saman. Kirkjan hevur altíð stuðlað statinum, fyrst var tað sararnir, so sovjetleiðslan og nú Putin, vísir Kristina Stoeckl á, professari í sosiologi á Innsbruck Universitet og høvundur til bókina: “Russisk ortodoksi og sekularisme”. Krill fekk stóran part av útbúgving síni í sovjet-russisku deildini fyri ekstern kirkjulig sambond og gjørdist eisini leiðari av hesum – altso eitt slag av kirkjuligum uttanríkisráðharra.

“Kirill varð upplærdur og sosialiseraður soleiðis, at kirkjan skuldi kunna geva eitt “moralskt” andlit til russiskan – og tá í tíðini sovjetiskan – uttanríkispolitik,” sigur hon.

Putin og Kirill hava ment eina ætlan fyri endurreisnini av russiska heimsveldinum, heldur Myroslav Marynovych, varaskúlastjóri fyri ukrainska katólska universitetið í Lviv: Putin hevur ábyrgdina fyri politisku sjónarmiðini, meðan Kirill hevur ment læruna um “Russkii Mir” (russiski heimurin), hugsanin um eina breiða russiska tjóðmentan, ið eisini fatar um Ukraina og Hvítarussland, og sum skal verjast – serliga móti Vesturheiminum. Sambært hesum báðum leiðarunum varð ein “einleiki” millum russar, hvítarussar og ukrainar skipað við kristningini av stórríkinum, Kyivan Rus í 988 í núverandi Ukraina.

“Læran hjálpti ikki nógv at sannføra ukrainar um at gera eftir boðum Putins, og so mátti Putin loksins leita til vápnini,” sigur Marynovych.

Kirill heldur kortini ikki, at kríggið er nakað gott, metir Thomas Bremer. Men hann hevur rættvísgjørt innrásina sum eitt “metafysiskt” kríggj og sagt, at Russland bert hjálpur fólki í eysturukrainska Donbass-økinum við at verja seg móti atsóknum úr Vesturheiminum. Annars er kríggið nærum ikki partur í prædikum hansara.

“Hann sigur nakað soleiðis, “vit liva í trupulum tíðum, men eins og forfedrar okkara mugu vit savna okkum um bønina”, men hann gerst tó ongantíð ítøkiligur: Hvat merkir tað kristna boðið um næstrakærleika í hesum kríggi? Hvussu eiga vit at fara við ukrainum?” sigur Bremer.

Undir Kirill hevur kristin næstrakærleiki ikki fingið nakran týðandi leiklut í kirkjunnar sosiallæru, sigur Professari, Kristina Stoeckl. Kirkjan hevur heldur sett seg á eitt smalt sett av “vanligum virðum”, millum annað familjan, fosturlandskærleika, mótstøða móti rættindum fyri seksueller minnilutar, mótstøða móti frísinnaðum rættindum sum talu- og skrivifrælsi, skilt so, at hesi kunnu gera “skaða” á átrúnaðarligar kenslur og læru.

Eru dagar ættfaðirsins taldir?

75-ára gamli kirkjuovastin kann eftir reglunum sita, til hann doyr. Men Kirill er komin undir vaksandi trýst fyri sín stuðul til kríggið, og tað kann noyða hann at fara frá. 280 russiskt-ortodoksir prestar í Ukraina hava kravt ein kirkjuligan dómstól, ið skal kunna viðgera ákærur um áskoðanarbrot og trúarvillur móti ættfaðirinum. Í mai kravdi ukrainski parturin av Moskva-patriarkatinum, sum umfatar ein triðing av øllum sóknum í patriarkatinum, sítt ”fulla sjálvræði og sjálvbjargni” eftir í meira enn 300 ár at hava verið undir Moskva.

Kirill hevur kortini stórt vald í russisk-ortodoksu kirkjuni, av tí at teir flestu biskupar hava fingið hægri embæti undir honum og eru honum lýdnir; andstøðan er til, men hevur onga ávirkan til at bjóða honum av, sigur Alexander Agadjanian.

Myroslav Marynovych heldur, at dagar ættfaðirsins eru taldir.

“Eg trúgvi, at Putin fer at leita sær eitt hóskandi høvi til at koyra Kirill frá,” sigur hann.
Kristelig Dagblad: Tobias Stern Johansen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina