Hvør jólasangur er tann besti?

Nú er tíð til at finna okkara yndisjólasang fram aftur. Vit vilja fegin hoyra, hvønn jólasang tær dámar best. Send títt boð til Trubodin@mission.fo við yvirskriftini ”Tann besti jólasangurin” og greið frá, hví tær dámar best júst henda sangin.

Eg vil eisini greiða tykkum frá mínum yndissangi, sum eg tíverri havi mist.

Eg elski jólasangir. Nógvar av sangunum eri eg serliga góður við, tí teir vekja góð minnir frá mínum ungu árum. Sangurin ’Glade jul, dejlige jul’ minnir meg til dømis á fleiri jólaaftan í Åbenrå, har maður mostir mína arbeiddi sum kirkjutænari. Hóast eg bert var smádrongur, var eg við honum til bæði tær báðar donsku og ta týsku gudstænastuna. Tá sang eg ’Glade jul, dejlige jul’ tvær ferð á donskum og einaferð á týskum. Á týskum sungu vit ’Stille Nacht, heilige Nacht’ – Satt at siga er tað einastu fer í lívinum, at mær hevur dámað týskt, tí tað dámdi mær eini serligt skúlanum. Men alt var so perfekt hesi jólini. Sjálvt týskt!

LES EISINI  Søgan hjá vertshúseigaranum

Tá eg so bleiv eldri og byrjaði at lurta eftir boðskapinum í sangunum, bleiv eg sera glaður fyri sálmin ’Tak og ære være Gud’. Í sanginum syngja vit:

1) Eina tøkk fyri at Gud hevur hildið síni lyfti.

2) Eina játtan um at eg vil hoyra Kristusi til.

3) Um at vit gleða okkum, til Kristus kemur aftur ein dag.

Tíverri er sálmurin mær vitandi ongantíð umsettur til Føroyskt, og eg sakni sangin hvørt ár á jólum. Tí mítt ynski er, at henda tíðin skal vera merkt av tøkkini, játtanini og gleðini.

Sangin kanst tú lesa í donsku sálmabókini.

Tak um tú eisini skrivar til okkum í Trúboðanum og greiðir frá um tín yndisjólasang. Tú kanst senda okkum ein teldupost til Trubodin@mission.fo.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina