Hvussu hevur tú tað?

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Tað besta við jólunum er, at flestøll geva sær stundir til at vera saman við familju og vinum. Bara vera saman. Uttan at renna eftir klokkuni ella undan klokkuni. Ikki fyri at gera nakað ávíst, men bara vera saman.

Vit menniskju eru nevniliga skapað sum sosialar verur. Skapað til at vera saman við øðrum menniskjum, serliga teimum sum standa okkum nær. Tí er gott og neyðugt at raðfesta og røkja relatiónir við onnur menniskju. Soleiðis raðfestir enntá Gud, tí lítli sonurin, sum moyggin skuldi føða, skuldi verða kallaður “Immanuel”, sum merkir Gud við okkum (Jes 7,14). Jólini snúgva seg um, at Gud kom at vera saman við okkum. Av tí sama er kristna trúgvin nógv meira ein relatión enn ein religión.

Soleiðis er eisini í eini rørslu sum okkara, Kirkjuliga Heimamissiónin. Ein rørsla er jú, at vit eru saman um eitt felags endamál. Men seinastu tíðina havi eg tosað við fólk í rørsluni, sum harmast um, at vit duga ov illa at røkja relatiónir hvør við annan. Vit eru stórframleiðarar av tiltøkum og duga væl at skipa fyri alskyns spennandi tiltøkum, sum røkka langt og gagna mongum, men tað haltar kanska við at taka okkum av hvør øðrum sum menniskju. Vit hava mest við hvør annan at gera, tá vit skulu skipa fyri einumhvørjum, tá vit so at siga skulu brúka hvør annan til okkurt ávíst.

Er hetta so? Eru til dømis ov mong, ið sleppa at geva og skapa í longri tíð, og so leingi tey gera tað, eru vit onnur glað fyri ídni teirra, men tá tey so ikki orka meira, so lata vit tey meira ella minni liggja framvið vegjaðaranum, meðan vit onnur skunda okkum víðari at finna nýggj til uppgávurnar? Hetta eru rannsakandi spurningar, sum vit ikki eiga at kveistra frá okkum.

Í eini vekingarrørslu sum okkara vænta vit nógv av hvør øðrum, tí endamálið við rørsluni er so týdningarmikið. Vit vænta ídni, offurvilja, at øll brenna fyri sakini, ein høgan moral og so framvegis. Men geva vit hvør øðrum líka nógv, sum vit vænta? Eru vit líka nógv saman, sum vit geva saman? Spyrja vit hvør annan líka nógv: “hvussu hevur tú tað?”, sum “kanst tú hjálpa mær við hesum?”

Vit kundu dyrkað ta náðigávuna meira, at uppmuntra, eggja og ugga. Hetta sum eyðkendi starvsfelagan hjá Paulusi, Barnabas. Hann æt í veruleikanum Jósef, men varð nevndur Barnabas, sum merkir “ugganarsonur”, helst tí hetta hjartalagið eyðkendi hann (Áps 4,36) Hóast vit í grundini bara gera tað, sum er skylda okkara at gera (sí Luk 17,10), er helst ov langt millum herðaklappini og uppmuntrandi orðini.

Tað er eingin grund til at sáa mistreysti, nú jólini eru í hondum. Men gævi hesi jól vóru ein áminning til okkum øll um, at tað besta við jólunum í grundini er nakað, sum vit eiga at fremja í verki alt árið. Gleðilig jól saman við honum, sum kom at vera ein av okkum og saman við okkum – alt árið!