Hvussu kann dópurin hava nakran týdning?

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Nakað herfyri tosaði eg við ein mann, sum segði: “Eg havi doypt míni børn, men heilt erligt, eg veit ikki, um tað er neyðugt?” So legði hann afturat: “Er tað ikki nóg mikið bara at trúgva?”

Tíð og umstøður loyvdu ikki, at vit tosaðu víðari um evnið, so tað mátti bíða til eina aðru ferð. Men tað høvið er ikki komið enn, tí velji eg at skriva nakrar lítlar viðmerkingar til hetta stóra evnið.

 

Hvat er nóg mikið?

Vit hava ofta hug til at kanna, hvussu lítið ella nógv vit skulu gera fyri at fáa frelsuna. Men tað ber ongantíð á mál, tí óansæð hvussu lítið ella nógv vit gera, so er tað ikki nóg mikið. Tá tað snýr seg um avrik, so hava hvørki trúgv, dópur ella nakað annað nakran týdning. Jesus hevur longu gjørt alt, sum er neyðugt til okkara frelsu.

 

Vit sakna ein einfaldan boðskap.

Nýggja Testamenti lærir okkum, at vit ikki kunnu gera nakað fyri okkara frelsu. Samstundis lærir Nýggja Testamenti okkum, at vit skulu gera bæði hetta og hitt. Hetta kann vera sera ørkymlandi, tí at tað hongur ikki saman.

Í slíkum spurningum er tað sera freistandi at gera boðskapin einfaldari, so at hann passar inn í okkara høvd. Vit kunnu til dømis kanna, hvat Jesus hevur sagt um at móttaka frelsuna. Einaferð segði hann, at frelsan liggur í tí, sum vit gera ímóti einum av hansara minstu. Aðrar ferðir tosaði hann um dóp. Og uppaftur aðrar ferðir tosaði hann um trúgv. Um vit telja saman, so koma vit skjótt fram til, at trúgvin var toppskjútti. Um vit síðan bara konsentrera okkum um trúnna, so kunnu vit koma fram til, at vit verða frelst afturfyri, at vit megna at trúgva. Harvið verður trúgvin ein gerningur. Men ein gerningur kann ikki frelsa. Ups. Foreinklingin hongur heldur ikki saman.

Í nøkrum førum haldi eg, at manglandi virðing fyri dópinum, kemur frá eini roynd at gera bíbilska boðskapin einfaldari.

 

Ymiskir miðlar.

Tað sær út til, at trúgv og dópur eru tveir av miðlunum, sum Jesus brúkar til at geva okkum frelsuna.

Trúgvin er ikki nóg mikið. Tí trúgvin í sær sjálvum er einki. Tað er hann, sum vit trúgva á, sum er nakað.

Dópurin er ikki nóg mikið. Tí dópurin í sær sjálvum ger einki. Tað er hann, sum gav dópsboðini, sum ger nakað, tá ið vit doypa.

Tá vit koyra bil hevur róðrið ein umráðandi leiklut. Kortini er tað meira umráðandi at hyggja at vegnum enn at hyggja at róðrinum. Um vit hyggja ov nógv at róðrinum, so koyra vit út av vegnum. Á sama hátt mugu vit hava meira fokus á hann, sum frelsir, enn á miðlarnar, sum hann brúkar til at geva okkum frelsuna.

 

Tað kunnu vera ymisk tíðarskeið og ymiskar umstøður í okkara lívi, har ymiskir partar av tí, sum Jesus segði, hava størst týdning fyri okkum. Vanliga hugsi eg ikki um tey lyfti, sum eru knýtt at dópinum, men tað kunnu koma tíðir, tá júst hesi lyfti kunnu verða mín størsti uggi. Tí eri eg glaður fyri, at eg havi doypt míni børn.

Christian Joensen, Saltangará