Hvussu við framtíðini?

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Jú, framtíðin man helst fara at koma til tíðina, og júst tí er kanska best at liva í tí vælkendu nútíð, har bløðini gulna, følna og doyggja. Skuldi tað tó gingið sum áður, so fer aftur at vára, og soleiðis eru ávís viðurskifti afturvendandi – eisini í tí ókendu framtíð.

Til eina og hvørja tíð hava vit, sum menniskju, avbjóðingar og okkurt at taka støðu til. Spurningarnir kunnu vera stórir og verða enn reistir inn í tann skapanarveruleika, ið er myndaður av Gudi. Øld eftir øld hava vit sum fólk, í viðgongd sum mótgongd, livað í hesum samleika.

Frá tí góða og fullkomna er tó nógv broytt frá skapanarmorgni – og nú tekur til. Tey virði, sum fyri fáum árum síðani vóru roknað sum meiningsfull, hava ikki longur somu sjálvfylgju yvir sær.

Á ávísum økjum kann hetta saktans vera góð og sunn gongd, men so er ikki, tá ið talan er um grundleggjandi broytingar í skapanarskipan Guds – og tað má sigast týðiliga á okkara døgum. Eins týðiliga mega vit tosa um menniskjans serliga virði, ið er so mikið høgt, at Jesus vildi lata lív sítt fyri at bjarga okkum frá okkum sjálvum.

Í virðingini fyri hvør øðrum mega vit eisini siga okkara hugsan, og enn einaferð er føroyingurin vitni til eina ætlan, sum eg meti sum ágang á hjúnabandið. Tað, sum Gud hevur innsett, verður av nøkrum ikki virt, og nú verður so enn einaferð roynt at broyta hjúnabandslógina við løgtingslóg.

Demokratiska rættin gleðast vit øll um, og samstundis spyrja fleiri fólk: Er einki mark fyri vanvirðing av Guds skapanarskipan? Ella eru vit sum fólk og tjóð farin so illani, at vit meta alt eins gott og rætt.

Tá ið nú hjúnabandið er ímillum ein mann og eina kvinnu, kunnu vit so bara broyta tað? Eitt er at siga, at 2­+2 til dømis kundi verið 7, men hava vit sum fólk ikki størri virðing fyri hjúnalagnum sum skipan?

Um tað hevur áhuga, so er eingin tekstur í halgubók, ið byggir undir samkynt hjúnalag. At fleiri royna at nýta kærleiksboðið sum grundgeving fyri samkyndum hjúnalagi, er í veruleikanum ein undirgravan av tí hjúnalagi, sum Gud hevur innsett.

Hetta verður ein fylgja, um Løgtingið velur at broyta sjálva definitiónina av einum hjúnabandi. Í manglandi lýsingini av hesum stórmáli munnu vera mangir borgarar, ið sakna eina veruliga gjøgnumgongd av eini broyting í hjúnabandslógini. Hvørjar eru fylgjurnar? Kunnu til dømis tveir menn ættleiða eitt barn, og skulu børnini í skúlanum nú læra, at tveir menn kunnu vera ávikavist mamma og pápi? Spurningarnir eru nógvir og nema við nógvar grundfatanir av mannalívinum.

Í nýggjari søgu kenna vit til ymiskar alternativar pedagogiskar royndir, sum seinni ikki vístu  seg at vera so hepnar. Onnur komu at gjalda kostnaðin, og so kann lættliga verða í hesum máli.

Tað er nú einaferð soleiðis, at allir borgarar hava ikki eins rættindi í øllum málum vegna treytir, ið ein ikki kann uppfylla, og so er eisini viðvíkjandi hjúnabandinum.

Vónandi verður hjúnabandið áhaldandi vart við lóg.

Símun P. Jacobsen