Í ár verður ársmøtið í Nesvík 27. og 28. mars!

Ársmøtið er eitt árligt tiltak, sum liggur um várið. Tað er ein dagur, har rørslan møtist og bjóðar øllum at koma saman um arbeiðið í Heimamissiónini.

Vikuskiftið byrjar við einum felagsungdómsmøti fríggjakvøldið 27. mars, sum LUN skipar fyri.

Yvirskriftin fyri ársmøtið í ár er “Lív og møguleikar í Heimamissiónini” og leygardagin 28. mars verður panel við uppleggum frá Torleif Johannesen, sjómanstrúboðara, Ólavi Jacobsen, trúboðara, og Jákupi E. Petersen formanni í LandsUngdómsNevndini, harumframt verður formansfrágreiðing og arbeiðsfrágreiðing sum vant.

Seinnapartin verður sangløta, har Magni Christiansen fer at framføra og um kvøldið verður møti, har Carsten Fonsdal Mikkelsen talar.

Í samband við Ársmøtið verður eisini stór bókasøla og innsavnað verður til Heimamissiónina.

Skrá og nærri kunning kemur seinni.

 

LES EISINI  So vøkur jørð
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina