Í dag er Trettandadagur (trettandi dagur jóla)

Trettandi ella trettandadagur er heiti fyri dagin 6. januar – 13. dagin eftir jóladag.

Í kirkjuárinum verða 5 sunnudagar eftir trettanda (hendinga ár 6 sunnudagar) nevndir 1. sunnudagur eftir trettanda, 2. sunnudagur eftir trettanda o.s.fr.

Kirkjuliga hevur dagurin verðið hildin til minnis um teir tríggjar vísmenninar, sum leitaðu eftir nýfødda jødakonginum, so sum Matteus 2:1-12 greiðir frá.

Í frumkirkjuni hevur dagurin helst eisini verið hátíðarhildin sum føðingardagur Jesusar, men í fjórðu øld varð gjørt av, at 25. desembur var rætti dagurin at hátíðarhalda Jesu føðing.

Trettandi verður eisini kallaður “gomlujól”. Hetta sipar tó helst til skiftið frá julianska kalendaranum til gregorianska kalendaran í ár 1700. Í ortodoksu kirkjuni er enn vanligt at halda jól 6. januar.

Bíbliutekstur til trettanda er Matt 2,1-12:

Men tá ið Jesus var føddur í Betlehem í Júdeu, á døgum Heródesar kongs, sí, tá komu nakrir vísmenn úr Eysturlondum til Jerúsalem og søgdu: «Hvar er hin nýføddi Jødakongurin? Tí at vit hava sæð stjørnu hansara har eysturi, og vit eru komnir at tilbiðja hann.»

LES EISINI  Sum tín dagur er, skal tín styrki vera

Men tá ið Heródes kongur hoyrdi hetta, varð hann óttafullur og øll Jerúsalem við honum; og hann sendi boð eftir øllum høvuðsprestum og skriftlærdum monnum fólksins og spurdi teir, hvar Kristus átti at verða føddur.

Og teir søgdu honum: «Í Betlehem í Júdeu; tí at soleiðis stendur skrivað hjá profetinum: «Og tú Betlehem, Júdaland, als ikki ert tú minst millum høvdinga í Júda; tí at frá tær skal koma ein høvdingi, ið skal verða hirði fyri fólki mínum Ísrael.»

Tá rópaði Heródes vísmenninar til sín á loynum og spurdi teir gjølla um tíðina, tá ið stjørnan var komin til sjóndar; og hann sendi teir avstað til Betlehem og segði við teir: «Farið avstað og sóknist væl eftir barninum; og tá ið tit hava funnið tað, sigið mær so frá, at eg eisini kann koma og tilbiðja tað.»

Men tá ið teir høvdu lýtt á kongin, fóru teir avstað; og sí, stjørnan, sum teir høvdu sæð har eysturi, gekk framman undan teimum, líka til hon kom og stóð uppi yvir har, sum barnið var.

LES EISINI  ADVENTUS – KOMA

Men tá ið teir sóu stjørnuna, vórðu teir heilt avbera glaðir. Og teir fóru inn í húsið og sóu barnið hjá Mariu, móður síni; og teir løgdust á knæ og tilbóðu tað; og teir lótu upp goymslur sínar og bóru tí gávur: gull og roykilsi og myrru.

Og av tí at teir í dreymi høvdu fingið eina ávaring frá Guði um, at teir ikki skuldu fara aftur til Heródesar, tóku teir eina aðra leið heim aftur til land sítt.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina