Í somu løtu gól hanin
Pætur hevði tvey val, tá ið hanin gól, og hann mintist Jesu orð. Annaðhvørt at halda fram sum áður – ella at geva skarvin yvir.
Avnoktaði Jesus
Ein leikari í sorgarleikinum á páskum var ein hani. Hann fekk serligan týdning fyri Símun Pætur.
Tað var tíðliga á morgni. Men Pætur var vakin. Hann hevði ikki sovið, síðani hann var í Getsemane. Hann stóð og vermdi seg við eitt bál. Og … júst tá noktaði hann, at hann kendi Jesus. Ja, hann bannaði upp á tað. Tá gól hanin.
Í somu løtu, meðan hann enn talaði, gól hanin. Og Harrin vendi sær við og hugdi at Pæturi. Tá mintist Pætur tað, sum Harrin hevði sagt við hann: «Áðrenn hanin gelur í dag, manst tú avnokta meg tríggjar ferðir.» Og hann fór útum og græt sáran. (Luk 22,60–62)
Bannaði tú, Pætur?
Hetta hanagalið varð sum at vakna við kaldan dreym. Hanagalið setti Pætur andlit til andlits við synd sína. Hitt eyðkenda ljóðið frá hananum, saman við eygnabránum hjá Jesusi, setti í gongd eina ávaringarskipan hjá Pæturi. Hann mintist tað, Jesus hevði sagt um hanan.
Og nú komu ákærurnar: Kennir tú ikki Jesus, Pætur? Hvat varð av lyfti tínum um at játta Jesus í heiminum? Menniskjaótti, Pætur? Hvar er gudsótti í lívi tínum? Følsk orð, Pætur? Talaði Jesus ikki um at “vera av sannleikanum”? Bannaði tú, Pætur? Hvat segði Jesus um slíkt í fjallaprædikuni í Galilea? Tú sært sólarris, Pætur? Men hvat við myrkrinum í hjarta tínum?
Tikin á bóli
Seinni man Pætur hava greitt frá hesum hanagalinum. At hann varð tikin á bóli. Steðgaður. Avdúkaður. Vaktur til álvarsama umhugsan. Eg, lærisveinur Jesu nr. 1, sveik. Eg sveik Jesus í hansara djúpastu angist. Í teimum ræðuligu morguntímunum, tá frelsuætlan himmalsins skuldi verða framd. Tá Jesus skuldi doyggja … tá vendi eg honum bakið.
Tað kallast veking
Kæri lesari. Stundum virkar Guds orð sum ein hani. Tað vekir okkum úr svøvni. Ristir í okkum. Setir nærgangandi spurningar. Setir í gongd eina ávaringarskipan, sum ikki gevur okkum frið. Minnir okkum á ljót orð og hugsanir. Um menniskjaótta. Um smáar túrar á syndarinnar leiðum. Ja, kanska um at vit eru komin heilt av leið. Ljósglæman frá “morgunsólini” skínur beint inn í hjartað og avdúkar myrkrið.
Eitt av tveimum
Í vekingini kunnu tvey ting henda: Vit kunnu lata hanan gala liðugt – og halda fram sum áður – ella vit kunnu gera sum Pætur: Ikki flýggja frá Jesusi, men leita aftur til Jesus. Ikki verja okkum, men viðganga svik og synd.
Kom til Jesus
Jesus koyrdi ikki Pætur frá sær. Pætur upplivdi ein Jesus, sum á krossinum hevði borið dómin fyri syndina. Tí kundi Jesus fyrigeva. Fullkomiliga. Ein Jesus sum ikki hevði avskrivað Pætur. Ein Jesus sum aftur kallaði hann at bera kristna boðskapin í heiminum. (Sí Jóh 21,7–23)
Lat hanan gala
Set ikki proppar í oyruni, men lat hanin gala. Og lat eygnabráið frá Jesusi minna teg á, at hann hevur umsorgan fyri tær. Hann vil reisa teg aftur á føtur, halda teg vaknan, og leiða teg víðari gjøgnum lívið.
Kelda: iTro/Egil Sjaastad
Ásbjørn Jacobsen
