Íløgur

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Nú um dagarnar frættist í tíðindunum, at Sunda kommuna hevði sett spakan í størstu íløguna nakrantíð. Talan er um nýggjan skúla við Streymin.

Nú skal hetta ikki vera nakað lýsingarátak fyri eina ávísa kommunu. Hetta var bara eitt dømi um tað, sum vit javnan hoyra um í tíðindunum. Eisini verða vit eggjað til at gera íløgur í okkara pensjón. Hvønn mánað gjalda vit ávísan part av lønini, sum so skal koma okkum til góða seinni í lívinum – røkka vit so langt. Tað verður hildið at vera natúrligt og púra eyðsæð, at vit gera íløgur í framtíðina. Ja, tað verður beinleiðis hildið at vera óseriøst at liva í núinum uttan at gera íløgur í framtíðina á henda hátt.

Lívið kann hava ymiskar brotasjógvar við sær. Men hvat er tá til ráða at taka? Eitt, sum er ógvuliga viðkomandi í slíkum støðum, er at hava eitt akker.

Lívsins brotasjógvar og avbjóðingar kunnu koma til okkara uttan mun til aldur, kyn ella sosialan status. Tí er týdningarmikið, so tíðliga sum gjørligt, at hava rætta førningin við sær, so at til ber at sigla ímillum boðar og sker.

Dagsins samfelag er og verður fyri hvønn dag meiri og meiri merkt av rótloysi. Og nú fari eg at vera nokk so persónlig:

Eg meti, at serliga sunnudagsskúlaarbeiðið als ikki kann metast við orðum, tølum ella grafum. Tað hevur ómetaligan týdning. Vit kenna tað, tá ið onkur luktur, tað veri seg antin angi ella deymur, knappliga minnir okkum á okkurt. Upp á eitt splittsekund verða vit førd aftur hagar, sum vit mintust henda luktin frá.

Á sama hátt kann tað vera við tí, sum vit lærdu í sunnudagsskúlanum. Mitt í einari desperatari støðu kann eg knappliga minnast ein sunnudagsskúlasang, sum gevur mær stóra troyst í mínari støðu júst tá. Eg eri ósigandi takksom fyri tann førning, eg fekk í sunnudagsskúlanum. Sum eitt bonus kann eg í dag sjálv hava sunnudagsskúla uttan tað stóra hóvastákið, tí tað er bara har. Sangir og bíbliusøgur sita langt inni í merginum.

Tað sama er við bíbliutekstum. Mær hevur altíð dámt at lisið, og frá barni av havi eg lisið í bíbliuni. Tað er ein førningur, sum eg eri so ómetaliga glað fyri. Eg kenni meg heima í bíbliuni. Eg veit, hvar hatta og hitt stendur, og sum barn fann eg fragd í at læra meg ymisk brot uttanat. Summi siga, at uttanatslæra er uttan at læra, men hesum eri eg als ikki samd í. Hesi brotini eru so sera hent og troystarrík í mongum førum.

Eg má viðganga, at í dag eri eg als ikki so røsk at lesa í Guds orði, sum eg var tá. Orsøkirnar kunnu vera so mangar, og allar kunnu tær helst roknast sum undanførslur. Men sum barn og ung skilti eg ikki, hvussu ótrúliga hent henda íløgan fór at vera. Hon kastar av sær í dag, og helst so leingi, eg livi.   

Við hesum báðum persónligu søgunum er mín vón og bøn, at tað kann vera til íblásturs og ikki minst tileggjan við hesi heilsuni hjá Paulusi, sum eg eisini fari at gera til mína: ”Men latum okkum ikki troyttast av at gera tað, sum gott er! Tí at í sínum tíma skulu vit heysta, um vit ikki gevast.” (Gal 6,9).

Elinborg Osvaldsdóttir, Syðrugøtu