Influensari við ávirkan

Signar á Reynatrøð

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Fyrr var influensa smittandi beinkrím, ið fólk skýggjaðu. Í dag vilja mong hava influensuna, tí tey ynskja at smitta onnur við sínum hugsjónum í mun til mat, klæðir, tónleik, útsjónd og lívsáskoðan sum heild. Hesir influensarar brúka nógva tíð til síni áhugamál til at fremja sína ávirkan á onnur í størst møguligan mun t.d. á TikTok. Tey eru á bylgjulongd saman við sínum líkum. Rákini koma í bylgjum og eru stundum merkt av skúmandi fáfongd.

2023

Mangt er ósvarað, og vit undrast. Men vit koma ikki uttanum, at heimur okkara skrivar 2023 eftir Krist. Sostatt er nógv vatn runnið í ánni, síðan Jesus var føddur. Slíkur influensari við so stórari ávirkan á heimssøguna er uttan samanbering. Skriftirnar staðfestu, at hann skuldi verða føddur í lítla staðnum Betlehem. Familjan var fátæk, og sakleysur vaks hann upp í einum lítlum landi, ið dagliga verður umtalað um allan heim. Ísrael er á stødd við Jútland, men hevur munandi størri altjóða áhuga og ávirkan.

3 ár

Um vit kóka tað niður, so tók tað Jesusi umleið trý ár at ávirka allan heimin munandi meira, enn nakar annar influensari hevur megnað. Føstan minnir okkum á, at hann skuldi líða nógv og neglast á ein kross. Guds sonur var dømdur fyri tað, sum hann var. Tað er ein løgin lógargrein, men hon er í tráð við skriftirnar. Triðja dag vann hann á deyðanum og sýndi seg fyri mongum í 40 dagar, áðrenn hann fór heim til pápan. Skjótt kemur hann aftur at heinta børn síni – tey, ið eru umbroytt og sostatt hava latið seg ávirka av honum.

Nýtt lív

Jesus pápi ynskir at hava munagóða ávirkan á børn síni. Hann er pápi mín, og hann er alt fyri meg. Hvussu kann eg tiga um ein so stóran og framúrskarandi influensara? Hann er bara góður, og hansara stóra ávirkan kann bara lýsast í smáum bitum. Hann hevur ávirkað og broytt mong menniskju soleiðis, at tey hava fingið eitt nýtt lív og eitt veruligt stavnhald ávegis til faðirhúsið.

24/7

Vildi ynskt, at vit brúktu meira tíð saman við Jesusi 24/7 soleiðis, at menniskju kunnu síggja, hvussu góður ávirkari Jesu pápi veruliga er. Hann er rúmligur, og hann elskar øll – ja, hann ynskir øllum bara tað besta. Morgun og kvøld kunnu vit í hansara nærveru fáa kraft av nýggjum. Í dagligum samskifti við børn síni ynskir hann at ávirka heimin til ein betri stað. At fara út í heimin í egnari kraft er eitt sjúkutekin. Avbjóðingin er at ganga aftan fyri Jesus, tí hann eigur fyrstu fótasporini og alla tøkkina.

“Tit eru salt jarðarinnar. Men missir saltið sín smakk, hvat kann tað so verða brúkt til? Tað dugir ikki til annað enn at blaka burtur. Tit eru ljós heimsins. Ein bygd á einum fjalli kann ikki verða fjald. Heldur ikki tendra vit eina lampu og seta hana undir eina krukku, vit seta hana, so øll, sum inni eru, kunnu síggja hana. Soleiðis skulu tit lýsa fyri øllum menniskjum, so tey kunnu síggja góðgerðir tykkara og takka pápa tykkara, sum er í himli. (NS Matt. 5, 13-16)

Føsta

Føstutíð er, so hví ikki leggja okkurt um í mun til góða áfylling og góðar vanar og deila við onnur? Um vit vilja lata okkum ávirka av heimsins besta influensara, so eru vit samstundis við til at breiða út heimsins besta boðskap. Eitt gott stað at byrja er í kvirru saman við Jesusi í dag.

Komi tosi um Jesus,

sum kongur konga er,

og navni Harri Harra allar ævir ber.

Hvør tann, sum trýr á hann

skal liva, um hann doyr.

Komi tosi um Jesus meir og meir.

Meir og meir

eg ynski gera navn títt stórt.

Meir og meir

at siga, hvat tú hevur gjørt.

Meir og meir

tilbiðja teg, sum Harra, kong.

Ja, eg ynski tæna tær meir og meir.