Innkast: Avbjóðingar

Tummas Kannuberg

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Kristindómurin er og verður altíð avbjóðaður. Hetta er ikki bert nakað, sum vit uppliva í dag vegna verðsliggeringini í vestanlondum. Heilt aftur í fornkirkjuni stóð kristintrúgvin sína roynd, tá ið evangeliið varð boðað. Rómverjaríkið hevði ovmikið av trúarsamfeløgum og heimsspekiligum tankagongdum, ið trivust millum høg og lág um sama mundi, sum tá ið tey fyrstu kristnu missioneraðu um tann upprisna frelsaran. Harumframt gekk ikki long tíð áðrenn kristindómurin býtti seg upp í fleiri trúarflokkar, ið stríddust sínamillum um, hvussu evangeliini skuldu skiljast, og royndir vóru gjørdar at leggja evangeliið og brøv afturat teimum, sum vit kenna í dag.

Í dag hava vit aðrar avbjóðingar í og við, at aðrar heimsfatanir enn kristindómurin gera seg galdandi ímillum føroyingar og evropearar sum heild. Fyri nøkrum árum síðani var tað ein rørsla av gudloysingum, ið stóran mun settu dagsskránna við at gera eina keipumynd av kristindóminum við at leggja dent á, at Bíblian bert var eitt savn av ævintýrum. Hendan rørslan hevði nøkur ár við framgongd, eisini í Føroyum, men hon hevur mist sítt fótafesti millum fólk. Felagið Gudloysi hevur ikki longur nakra virkna heimasíðu og Humanistafelag Føroya settu ongantíð sín dám á tíðindaflutningin. Feløgini eru bert til sum Facebook síður, ið av og á deila útlendskar tíðindargreinar.

Tó so eru nøkur fyribrigdi, ið áhaldandi gera seg galdandi. Her hugsi eg millum annað um áherðsluna, sum verður løgd á skynsemi ella, hvat man kan kalla rationalitet og fornuft. Ikki soleiðis at skilja, at hesi eiga at lítisvirdir eginleikar, tvørtur ímóti. Hinvegin verður mangan sáddur ivi um, hvørt gleðiboðskapurin kann vera sannur, tí hann stríðir ímóti okkara viti og skili. Natúrlóginar útihýsa øllum undrum og yvirnatúrligum fyribrigdum, og tískil ber ikki til at trúgva tí ótrúliga.

Hesin ivin kann eisini geva tí trúgvandi menniskjuni ein farra av óvissu um sína egnu trúgv. Her kenna óivað nógv seg aftur, at trúgvin og skynsemi stríða ímóti hvørjum øðrum. Tað kann tykjast at vera ein innanhýsis bardagi millum sinni og hjarta, har tann innara menniskjan er stríðsvøllurin, tí hvat skal man nú trúgva. Hvør kennir seg ikki aftur í at standa í eini støðu har, ið man skal verja og rættvísgera sína egnu trúgv og klókskap yvir fyri ørðum, sum halda upp á, at kristindómurin er ein dárskapur?

Fyri meg er hetta vorðið einfaldari eftir at hava grundað yvir spurningarnar í eina tíð. Gleðiboðskapurin tykist heilt einfalt at vera óskynsamur. Sjálvandi! Vit vita øll, at deyð fólk ikki rísa upp frá teimum deyðu. Tey vera verandi deyð eftir at líkið er kólnað og rot kemur í. Kjarnan í kristindóminum er tó, at Jesus, Guðs sonur, doyði men reis upp aftur triðja dagin. Tað kann ikki forklárast ella útgreinast við reinum “fornufti”, tí tað hevur ikki nakra natúrliga frágreiðing. Skynsemið er avmarkað í hesum føri, tí Guð virkar uttanfyri natúrlógir, tíð og stað á ein slíkan hátt, at tað ber til. Hetta er ikki nakað vit við vissu kunnu prógva ella greina við skynsemi. Hesum kunnu vit bert trúgva vegna vitniðsburin hjá teimum, sum sóu og hoyrdu Jesus eftir uppreisnina. Okkara trúgv er bundin at einari tómari grøv og við teimum orðum, sum eru framborðin til okkara ígjøgnum skriftirnar.

Í upprunahandritunum, ið er skrivað á hebraiskum og grikskum, bera orðini, sum vit umseta við trúgv, týdningin av áliti. Trúgv er tískil í fyrstu atløgu álit, sum ikki bert grundar í tí, sum vit skilja men tí, sum vit leggja okkara lít á. Sum smábørn vera vit borin til dópin og doypt. Guð virkar trúgv í hjørtum okkara og syndanna fyrigeving. Ikki tí at vit sum smábørn hava vit og skil sjálvi at fata innihaldið í tí, sum verður sagt. Tíbetur verður tað ikki kravt av okkum, at vit skulu skilja Guðs frelsuverk, fyri at vit skulu fáa lut í frelsuni, tí so veri eg millum tey glataðu. Var tað mín lutur at skilja undrið við tað tømu grøvina og offrið á Golgata fyri at verða frelstur, so var tað ikki vegna Guðs rættvísgerðing aleina, men vegna mínar egnu førleikar at trúgva og skilja.

Trúgvin er tí at líta á at Kristusar verk á Golgata er fullgjørt, og at byrða okkara verður borðin av honum. So eiga vit ein frið, sum ikki er bundin at okkum og okkara skynsemi men hansara kærleika eina. Hebr 1,11.