Ísraelskur-arabari skal leiða Heimsevangelisku Samgonguna

Nýggi aðalskrivarin, Botrus Mansour, býr í Jesu heimbygd, Nasaret.

Heili 25 umsøkjarar vóru á listanum, tá nýggi leiðarin skuldi veljast. Sambært tíðindaskrivi frá World Evangelical Alliance (WEA) hevur tilgongdin tikið seks mánaðir.

Samgongan (Alliansan) sigur seg umboða 600 milliónir kristin um allan heim. Hon hevur sínar røtur aftur til stovnanina av Evangelisku Samgonguni í Onglandi í 1846.

Stevnumið fram móti 2033

Stýrið í WEA heldur, at Mansour hevur víst góðar leiðslueginleikar, og at hann er djúpt bundin at kallinum hjá samgonguni. Hann verður lýstur sum ein virðismikill advokatur, leiðari og talsmaður fyri missiónsarbeiðið. Hann tekur við eftir týska Thomas Schirrmacher.

– Eg eri djúpt eyðmjúkur um álitið, sum stýrið hevur víst mær, og eg eri heilt greiður yvir tað stóru ábyrgd, sum hetta hevur við sær, sigur Mansour.

Hann leggur dent á, at endamálið er at sameina kristin kring allan heimin við hugsjónini um, at øll skulu hoyra evangeliið áðrenn 2033. Tá eru liðin 2000 ár síðan Jesu deyða og uppreisn.

– Bønir tykkara og stuðul verða ein stór hjálp, so at henda sjónin kann verða veruleiki. Elskaði frelsari okkara, Jesus Kristus, er verdur at æra, sigur hann.

Nýggi leiðarin vísir eisini á, at evangeliið um rættvísi og frið «er tann veruliga loysnin fyri okkara líðandi heim».

Føddur í Nasaret

Mansour varð føddur í Nasaret í Ísrael í 1965. Hann vaks upp í Jerusalem, Oxford og Nasaret, og hann kom til kristna trúgv sum tannáringur.

Hann hevur gingið á Nazareth Baptist School, og lisið á Hebrew University og Haifa University. Hann gjørdist advokator í Ísrael í 1993. Síðani 2005 hevur hann verið leiðari fyri Nazareth Baptist School.

Hann hevur verið formaður í Evangelisku kirkjusamgonguni í Ísrael og eisini í felagsskapinum fyri evangeliskar kirkjusamgongur í Jordan og í Heilaga Landinum.

Hann hevur eisini tikið lut í altjóða arbeiði fyri semju millum Ísrael og Palestina.

Mansour hevur skrivað fleiri bøkur á arabiskum, hebraiskum og enskum, millum annað When Your Neighbor is the Savior (2011) og Looking from the Precipice (2021). Eisini hevur hann skrivað í miðlum sum Christianity Today og Haaretz.

Heimsevangeliska Samgongan hevur aðalfund í Suðurkorea 27.–31. oktobur.

Kelda: The Christian Post.