”Jack” hevði ein hvassan penn 

Vinir hansara kallaðu hann Jack, hóast navn hansara var Clive. Í einum brævi lýsti hann seg sjálvan sum ein myrkhærdan, høgan, feitan og rættiliga skallutan mann. Hann segði eisini, at hann var reyður í andlitinum, hevði dupulthøku, djúpa rødd og brillur. Hann kundi lagt afturat, at buksurnar trongdu til at verða pressaðar, at jakkin var slitin og skitin og skógvarnir høvdu sæð betri dagar. 

Handan hetta skitna og merkta hylki fjaldi seg ein maður, sum hevur havt stóran týdning fyri fleiri ættarlið av kristnum. Tí hóast Clive Staples Lewis sá heldur vásaligur út, so hevði hann ein hvassan penn, og hevur í nógvum bókum víst serligt hegni at seta orð á kristnu trúnna. 

Um sæð verður burtur frá teimum, sum hava skrivað bøkurnar í Bíbliuni, so er ikki óhugsandi, at C.S. Lewis er tann rithøvundur, sum í dag verður mest siteraður í prædikum í ymiskum kirkjum og samkomum. 

Nethandilin Manna.fo hevur fleiri bøkur hjá C.S. Lewis á goymslu. Afturat donskum umsetingum, so hava vit eisini fingið fleiri av hansara bókum á enskum, soleiðis at tey sum hava hug til tað, kunnnu lesa bøkurnar á uppruna málinum. 

Inntil tú setir teg við eini bók hjá Lewis, so kanst tú njóta nøkur sitat frá honum. 


Um eg kenni ein longul innan í mær, sum einki í hesum heimi kann stilla, so má mest sannlíka frágreiðingin vera, at eg var skaptur til ein annan heim.
― C.S. Lewis, Mere Christianity / Á donskum: Det er Kristendom (1996) / Fælles Kristendom (2020)


“[Gud] letur seg ikki missbrúka sum ein hentleika. Menn ella tjóðir, sum halda seg kunna endurnýggja trúnna fyri at skapa eitt gott samfelag kunnu akkurát tað sama hugsa, at tey kunnu brúka himmalsins trappur sum ein snarveg til nærmasta apotek.” 
― C.S. Lewis, The Screwtape Letters / Á donskum: Djævelske breve 


“Undur bróta í veruleikanum ikki náttúrlógirnar.” 
― C.S. Lewis, Miracles / Á donskum: Mirakler 


“Ongin hevur nakrantíð sagt mær, at kenslurnar sorg og ræðsla eru so líkar.” 
― C.S. Lewis, A Grief Observed / Á donskum: En sorgens dagbog


“At missa ein kæran er sum at fáa eina amputatión.” 
― C.S. Lewis, A Grief Observed / Á donskum: En sorgens dagbog 


“Ein erpin maður sær altíð niður á ting og fólk; og sjálvandi, so leingi sum tú hyggur niður, so sært tú ikki tað, sum er omanfyri teg.” 
― C.S. Lewis, Mere Christianity / Á donskum: Det er Kristendom (1996) / Fælles Kristendom (2020)


“Eitt vinarlag verður skapt, tá ið ein maður sigur við ein annan “Ha! Eisini tú? Eg helt ikki at nakar annar enn eg…” 
― C.S. Lewis, The Four Loves / Á donskum: Om kærlighed 


“At elska er at vera viðbrekin. Um tú elskar nakað, so er vandi fyri at títt hjarta verður snara og møguliga brotið. Um tú vilt tryggja tær eitt heilt hjarta, so mást tú ikki geva nøkrum øðrum tað, heldur ikki nøkrum djóri. Balla tað varliga inn í frítíðarítriv og njótingar og skíggja allar bindingar. Læs tað inni í tíni egnum skríni av sjálvgóðsku. Men í trygga, myrka, kensluleysa, lufttætta skríninum broytist hjarta. Tað verður ikki brotið, men verður brotdygt, ótreingjandi og óloysiligt. At elska er at vera viðbrekin.” 
― C.S. Lewis, The Four Loves / Á donskum: Om kærlighed 


Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina