Jesaja 41,10 eigur aftur fyrsta plássið
Altjóða bíbliuappin YouVersion kunngjørdi hósdagin 4. desembur, at Jesaja 41,10 er ársins bíblíuvers.
Hetta er fjórðu ferð í seks ár, at hetta versið tekur fremsta plássið.
– Eg haldi, at hetta versið heldur fram við at liggja ovast, tí tað talar til eitt av okkara djúpastu tørvum – vissan um, at vit ikki eru einsamøll, sigur stovnarin av YouVersion, Bobby Gruenewald, á heimasíðuni hjá bíbliuappini.
– Í einum heimi, ið er fullur av ótta og óvissu, hugsa fólk um Guds lyfti, at hann er hjá okkum, leiðir okkum og hjálpir okkum. Hesin boðskapurin verður ongantíð gamal, sigur Bobby Gruenewald.
“Óttast ikki, tí at eg eri við tær, lat ikki hugin bila tær, tí at eg eri Gud tín, eg styrki teg við høgru hond rættlætis míns, eg hjálpi tær og styði teg.”
Jesaja 41,10
Nýggjar metingar
Í novembur kunngjørdi YouVersion at bíbliuappin nú hevði eina milliard brúkarar kring allan heimin.
Seinni í novembur setti appin enn fleiri met. YouVersion skrivar, at sunnudagarnir í novembur vóru størstu dagarnir í søgu teirra. Tá vóru 19 milliónir fólk inni á appini.
Dagliga nýtslan av bíbliuappini vaks við 19 prosentum í novembur, samanborið við novembur 2024.
– Vit eru vitni til eina altjóða rørslu. Fólk eru svong eftir tí, sum er veruligt, satt og rætt. Bíblian er livandi og virkin, og viðkomandi í okkara gerandisdegi, sigur Gruenewald.
Kærleiki, ótti og friður
YouVersion skrivar, at mest leitaðu orðini í 2025 vóru kærleiki, ótti og friður.
Umframt Jesaja 41,10 vóru Jeremia 29,11 og Rómverjabrævið 12,2 millum mest lisnu versini í heiminum.
– Bøn og vón okkara er, at lesivanarnir halda fram at vaksa, og at enn fleiri fólk kring allan heimin fara at finna tað lívsbroytandi megina í Skriftini í árinum sum kemur, sigur stovnarin.
Kelda: www.youversion.com
Ásbjørn Jacobsen


