– Jesu trúfesti hevur verið tað størsta í lívinum

Tollaksmessudag 23. desember doyði elsti núlivandi føroyingur, Malla Berg Olsen á Toftum, 104 ára gomul.

Malla varð fødd við Gjógv 3. februar 1915. Longu sum tvey ára gomul misti hon mammu sína og vaks tí upp hjá familju úti á Nesi. Seinni giftist hon við Bernhardi Olsen av Toftum, og tey fingu seks børn. Bernhard doyði í 1991.

Nógv kundi verið skrivað um hana og arbeiði hennara bæði tímiliga og andaliga. Tað skal tó ikki gerast her, men bert nevnast, at hon í trúgv, gerð og atferð var eitt gott og livandi vitni fyri Jesus, sum hon alt frá ungum árum hevði sett sítt álit á.

Tá eg einaferð á sambýlinum Vesturskin spurdi hana, hvat hevði verið tað størsta í lívi hennara, svaraði hon klárt og sannførandi:
– Jesu trúfesti. Eg havi tíverri mangan svikið Jesus, men hann hevur ongantíð svikið meg. Altíð hevur hann staðið mær við lið og hjálpt eftir tørvi.

Eisini segði Malla ofta, at “Gud man hava gloymt meg”. Hon var mett av døgum og tilreiðar at fara, so hví liva longur? Gud hevði óivað uppgávur til hennara, eisini tá orkan gekk undan, og tað var millum annað at biðja fyri familju og øðrum.

Nevnast kann eisini, at Malla hevði sunnudagsskúla í missiónshúsinum í mong ár. Tað var ein hjartasøk hjá henni, at gleðiboðskapurin um Jesus mátti út og serliga til børn og ung.

Nú hevur Malla fingið frið og hvílu og hevur “nátt málið fyri trúgv sína, frelsu sálanna”, sum Pætur ápostul skrivar. Vit eru mong, sum takka Gudi fyri Mallu. Æra verði minni hennara.

Í samband við jarðarferðina er eitt skriv komið fram, sum hon skrivaði 20. oktober í 1999. Skrivið er um, hvussu ein vanligur gerandisdagur gekk hjá henni, sum tá næstan var 85 ára gomul.

Orðarætt skrivaði hon soleiðis:
20. okt. 1999
– Mín dagur gekk sum vanligir dagar. Eg vaknaði kl. 08, av tí at eg eri eldri, blívi 85, 3.2. ár 2000, fari eg tíðliga í song, kann vakna ofta, men durvi aftur, til eg kann lurta eftir útvarpssendingum og andakt.
So er at stákast við at vaska sær, lata seg í klæðir, kóka mær ein temunn og breyð, ella havragrýn við mjólk.
Á mínum aldri gongur alt so seint fyri seg, við at vaska gólv og støva av ella kóka mær ein døgurðabita. Tá er dagurin komin í helvt. So at hvíla ein tíma ella út at spáka okkurt ørindi, sita úti á altanini, fara nógvar løtur til. Eg vóni og ynski, at komandi 1000 ár verða líka góð, sum hesi seinastu ár hava verið í okkara øld.
Harrin hevur lovað, at signingin skal vara í túsunda lið fyri tey, ið á hann trúgva. So lat okkum ikki gloyma okkara eftirkomarar, men biðja um Guds signing framyvir!
Sál.61,1   Mallomma.

(Í Sálmi 61,1 stendur bara um, at Dávid hevur skrivað. Tí rokni eg við, at Malla meinar við annað ørindi. Har stendur: “Hoyr, o Gud, róp mítt, lýð á bøn mína!”

 

Torleif Johannesen