Jesus Kristus – Gud og menniskja

“Hvønn siga menn menniskjusonin vera?” spurdi Jesus einaferð lærusveinar sínar. Matt. 16,13ff.

Á svari lærusveinanna síggja vit, at fólk ivaðust stórliga, og ikki er batnað til henda dag. Jesus er eisini nú á døgum flestum menniskjum ein gáta.

Í samrøðuni við lærusveinarnar skeyt Jesus seg tá undir ta sannkenning, sum teir høvdu fingið, ikki frá “holdi ella blóði,” men frá faðirinum á himni. Og Pætur játtaði: “Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guds.”

Í hesi játtan liggur í roynd og veru fjaldur meginparturin av teirri trúgv, sum kirkjuliðið so trúliga hevur játtað. Pætur sigur: Tú, menniskjað Jesus úr Nasaret, sum fylgist við okkum her eftir vegnum og líkist okkum á útsjónd – ella sum ein av hinum gomlu profetunum, sum jú eisini vóru menniskju – tú ert sonur hins livandi Guds, Gud og tú eru eitt.

Hetta er trúgvin hjá kristnu kirkjuni.

Og henda trúgv er ikki so líðandi vorðin til í søgu kirkjunnar. Stríðsfúsir gudfrøðingar hava ikki gjørt hana á trætnum kirkjufundum, sum sagt hevur verið. Nei, hesa trúgv hevur kirkjuliðið havt líka frá fyrstantíð, og hon kemur til sjóndar í øllum Nýggja Testamenti.

LES EISINI  - Vit síggja hvørt ár fram til missiónsvikuna, tí tað eru festdagar

Sannur Gud – satt menniskja

Mong skriftorð vísa, at Jesus visti um guddómleika sín. Jesus og Faðirin vóru eitt. Jóh. 10,30. Hann hevði lív í sjálvum sær eins og Faðirin. Jóh. 5,26. Hetta merkir: Líkasum sum Gud livir Jesus eitt lív, sum ongantíð er byrjað og ongantíð enda.

Jesus er almáttugur: hann kundi grøða sjúk og vekja upp deyð bara við einum orði. Hann visti alt. Hetta upplivdu lærusveinar hansara ferð eftir ferð, og teir undraðust. Matt. 17,27; Jóh. 2,25.

Men líka vist er tað, at Bíblian vísir okkum Jesus sum satt menniskja. Hann verður beinleiðis nevndur maðurin Jesus Kristus. 1. Tim. 2,5. Talað verður um likam hansara. Jóh. 2,21, og um sál hansara. Matt. 26,38. Hann át og svav, hann gjørdist móður og svangur, og hann leið og doyði. Bara í einum føri líkist hann ikki okkum: hann var syndaleysur. 1. Pæt. 2,22; Hebr. 4,15. Sum Ádam var syndaleysur, soleiðis var eisini menniskjaliga náttúra Jesu syndaleys.

LES EISINI  Møti: Oys út títt hjarta fyri ásjón Harrans

Hann var Gud og satt menniskja, sum varð krossfest.

Høvdingarnir í hesum heimi krossfestu “dýrdardrottin.” 1. Kor. 2,8. Í Áps. 20,28 verður talað um, at Gud keypti kirkju sína við blóði sínum. Vert er at geva sær far um henda málburð. Hann vísir, hvussu neyvt hinar tvær veranirnar, hin guddómliga og hin menniskjaliga, vóru sameindar í Jesu persóni. Jesus var sannur Gud og satt menniskja. Gud úthelti blóð sítt.

Tí kunnu vit vísa á Jesus og siga: “Hetta menniskjað er Gud. Jesus, sum liggur í móðurlívi, situr í móðurfangi, fer til Jerusalems tólv ára gamalur, reikar víða um og talar lívsins orð – hann er Gud.”

Og vit kunnu siga: “Gud er hetta menniskjað.” Hin livandi Gud, sum skapað hevur himmalin og jørðina, og sum ber og stýrir øllum – hann er hetta menniskjað. Og ov lítið er at siga, at Gud stendur serliga inniliga aftur at manninum Jesusi. Gud er hetta menniskjað.

LES EISINI  Hin neyðuga umvendingin

Hetta loyndarmál skilja vit ikki. “Hevði eg skilt hetta, tá hevði eg verið líka klókur sum hesir ranglærararnir,” segði Luther. Ranglærarar halda vanliga, at teir bæði eiga at skilja og skulu skilja alt. Men trúgvin boyggir seg í eyðmýkt fyri Guds orði í Bíbliuni.

Vit skilja heldur ikki tað, ið Bíblian sigur um giting og føðing Jesu. Í Luk. kap. 1 og 2 verður sagt týðiliga, at Jesus er gitin av heilagum anda, borin í heim av Mariu moy. Hetta skal sleppa at standa, sum tað stendur – eingin skal greina tað ella útleggja tað av nýggjum. Og vit skilja, at hetta einsýnda við føðing og íkomu Jesu stendst onkursvegna av, at hann er syndaleysur.

Sum hin fyrsti Ádam undan syndafallinum var syndaleysur, soleiðis var eisini mannaættarinnar “seinni Ádam” syndaleysur. 1. Kor. 15,45.

Brot úr bókini: Eg trúgvi
Carl Fr. Wisløff

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina