Gev jólagávu til Kirkjuligu Heimamissiónina

Stuðla okkara fjølbroytta virksemi

Jólagávan í ár fer til at fíggja fjølbroytta virksemið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Hvat er so tað? – Vit kunnu nevna legur til børn, ung, familjur, eldri, kvinnur, menn v.m. Vit hava eisini trúboðarar, ráðgeva innan barna- og familjuarbeiðið, sjómanstrúboðara, bókasølu, leguhús, Trúboðan, bíbliulesiætlan til ung, Sunnudagsblaðið, Sjómansmissión, sangfagnað fyri børn, jólaborðhald fyri hjún og mangt annað.

Tú kanst vera við til at bera hetta arbeiði við at lata eina jólagávu.

Flyt gávu umvegis banka

So kanst tú flyta á hesi konto-nr og viðmerkja ‘Jólagáva’:

Bank Nordik: 6460-495.147.8
Betri Banki: 9181-447.414.9
Norðoya Sparikassi: 9865-103.429.9
Suðuroyar Sparikassi: 9870-428.207.9