Jólagleði
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
ST gevur árliga eina frágreiðing út, sum eitur “World Happines”. Henda frágreiðing lýsir, hvørji lond hava teir eydnusamastu íbúgvarnar. Í kanningini verður millum annað kannað, hvussu leingi fólkini væntandi fara at liva, hvussu vælferðin í landinum er, hvussu stórt álit íbúgvarnir hava á politisku skipanini og hvussu støðan er við mutri í landinum. Norðurlond liggja altíð ovarliga á listanum, og danir eru fleiri ferðir valdir til heimsins eydnuríkasta fólk. Granskarar hava roynt at kanna, hví fólkini í Norðurlondum eru so eydnusom. Fleiri hava gitt, at tað er vælferðarsamfelagið, sum eigur heiðurin fyri nøgdseminum hjá dønum. Orsøkirnar eru helst fleiri, tí veruleikin er altíð samansettur.
Úrslitið av ein tílíkari kanning kann brúkast til so nógv ymiskt. Millum annað hevur eitt dansk bryggjarí tikið eydnusemi hjá dønum við í sínum sjónvarpslýsingum. Í lýsingunum roynir bryggjaríið at lýsa, hví danir eru so eydnusamir. Orsøkirnar eru aftur her fleiri í tali, men í hesum lýsingum kemur eitt lítið orð fram, sum svarið til eydnusemið hjá dønum. Orðið er hygge.
Jólatíðin er merkt av hygge. Vit heingja jólapynt upp, og vit hugna okkum saman við familju og vinum. Vit fara til jólaborðhald við starvsfeløgum og vinfólkum. Vit eta nógvan góðan mat, og vit geva hvør øðrum jólagávur. Júst jólagávurnar vísa seg at fylla nógv hjá fleiri.
Nakað áðrenn jól spurdi Kringvarp Føroya fólk á gøtuni, hvussu nógvar jólagávur tey keyptu, og hvussu nógvar pengar tey brúktu uppá hesar gávur. Tað vóru fleiri, sum høvdu nógvar gávur at keypa, og fleiri av teimum brúktu meira enn 10.000 krónur uppá jólagávur tilsamans. Tá ið tey vórðu spurd, hví tey brúktu so nógvar pengar uppá jólagávur, so svaraðu fleiri, at tey ynsktu at geva góðar jólagávur.
Tey flestu ynskja at geva góðar jólagávur, og ofta merkir tað, at tey brúka nógvar pengar uppá tær. Vit vilja vísa teimum, sum vit eru góð við, at vit eru góð við tey og ynskja at gleða tey.
Tankin er nokk tann, at ein góð og stór jólagáva kann geva jólagleði, sum tikið verður til í jólasanginum hjá Pipari og Salt “… jólagleðin er, tá kassaapparatið ringir jólini inn.”
Men, er tað soleiðis? Eru tað allar gávurnar, tann góði maturin, brettspølini sum geva gleði og nøgdsemi? Tað má vera okkurt meir enn alt hetta, sum kann skapa eina veruliga gleði. Á jólum minnast vit, at Jesus varð føddur. Hann varð føddur sum eitt lítið barn. Tað var á jólum, at Gud gav okkum ta størstu jólagávuna, sum nakrantíð er givin. Hann spardi seg ikki, men hann gav sín egna son. Tá ið vit taka ímóti hesi gávu, so verða vit av sonnum glað. Tað er bert hendan jólagáva, sum kann geva veruliga jólagleði.
Ein barnasangur lýsir hetta so sera væl. Niðurlagið í sanginum ljóðar soleiðis:
Nei, jól uttan Jesus, tað er einki vert,
Tað er sum ein pakki, har pappír er bert.
Har má okkurt vera, mær gleði kann bera.
Tað eru ongi jól uttan Jesus.