Jólaljós

Suffía Nón

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Vit eru síðst í desember, myrkasta tíð av árinum. Eg dugi ikki heilt at siga hví, men tað er, sum um hesin veturin hevur verið serliga myrkur. Tað kann vera, tí at eingin kavi er, tað kann eisini vera, tí at tað allatíðina er skýggjað, so at tað sindrið av dagsljósi, ið er, ikki heilt vinnur fram.

Heima hjá okkum hava vit eina útilykt hangandi á vegginum beint við úthurðina. Lyktin hevur ein følara, ið tendrar og sløkkir lyktina, alt eftir hvussu myrkt og ljóst tað er úti. Tá ið tað skýmir, verður lampan tendrað, og tá ið tað er somikið ljóst aftur um morgunin, slóknar lampan av sær sjálvum.

Men eg havi lagt til merkis, at seinastu tvær vikurnar er lyktin ongantíð slóknað, men hevur lýst alt samdøgrið. Sostatt er tað ongantíð blivið somikið ljóst, at lampan er slóknað.

Eisini úti í heiminum sýnist tað myrkt … serliga andaliga. Tað er, sum um ein dýna av myrkri liggur yvir heimin. Fólk skjóta frá hond á skúlum, misbrúka, stjala, oyðileggja og drepa. Dagliga hoyra vit um hóttanir um kemisk vápn, kjarnorkubombur og yvirgang. Dagliga hoyra vit um fátækadømi, hungur og um, hvussu nógv vit dálka. Viðhvørt er enntá spurningurin, um vit eru eitt av teimum seinastu ættarliðnum uppi at venda. Jú, tað er sera myrkt… eisini andaliga.

LES EISINI  Hann læt tað skína í hjørtum okkara

Men Jesus bleiv føddur á nátt. Jesus kom inn í hendan heim í myrkri. Seyðamennirnir ansaðu seyðunum á nátt. Vísmennirnir fylgdu einari stjørnu á nátt. Fyrsti grátur hjá Jesusbarninum var á nátt í myrkri. Fyri at kunna síggja Jesus fyrstu ferð, máttu Maria og Jósef hava eina lykt. Eg haldi, at tað er sera sigandi og súmbolskt, at Jesus varð føddur á nátt. Tað var eitt øðiligt myrkur í heiminum, tá ið Jesus varð føddur. Myrkt av rómverskum kúgingarpolitikki. Myrkt av øvundsjúku Heródesar. Myrkt av fátækadømi. Myrkt av harðskapi og valdsgerðum. Myrkt av avgudadyrkan.

Men mitt í tí myrkasta myrkrinum, sendi Gud eitt ljós, eina vón og ein útveg. Tá ið alt sá allarmyrkast út, og tað sýntist, sum skuggarnir ongan enda tóku, sendi Gud ljós heimsins. Hann sendi okkum Jesus.

Jesus kom í hendan heim, tá ið tað var myrkast, bæði politiskt og andaliga. Jesus kom við ljósinum, tá ið tað var myrkast. Jesus kom og lýsti og gav vón. Júst sum veturin var myrkast, kom hann og lýsti.

LES EISINI  Valdsharrarnir í jólaevangeliinum – hvat er fakta?

Eg hugsi aftur um mína útilykt. Hon lýsir, tí eg havi brúk fyri ljósinum, hon lýsir, tí annars var tað ov myrkt. Hon lýsir trúliga í myrkrinum hvørja nátt og hvønn dag… júst sum Jesus.

Eg haldi, at tað er sera gott súmbolskt, at jólini liggja á hávetri; í tí allarmyrkastu tíðini. Veturin hevði verið sera langur og myrkur, um jólini lógu aðra tíð á árinum, har vit ikki vóru so ávirkað av myrkrinum.

Tað er nú í tí myrkastu tíðini, at vit hava brúk fyri jólum og vón um vár og ljósari tíðir. Vit hava brúk fyri eini áminning um tað ljósa frelsuverkið. Vit hava brúk fyri at síggja og fyllast við ljósi.

Sjálvt um tað sýnist myrkt í heiminum, so hava vit fingið eitt ljós. Eitt ljós, ið bleiv tendrað jólanátt í Betlehem fyri 2000 árum síðani. Góði Gud, takk fyri jólaljósið, ið ongantíð slóknar.

Gleðilig jól

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina